Samráðast um kommunalar sáttmálar

Starvsmannafelagið og kommunurnar samráðast um sáttmálar fyri kommunalu starvsfólkini. Miðað verður í móti eini semju í komandi viku

 

Sáttmálasamráðingar


Starvsmannafelagið og kommunalu myndugleikarnir samráðast í løtuni um sáttmála fyri kommunalu starvsfólkini, sum eru limir í Starvsmannafelagnum. Samráðingarnar hava staðið við, síðan avtalan við Fíggjarmálastýrið varð gjørd í mei mánaða, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum.

Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, sigur, at nú hevur hendan samráðingarstøðan vart so mikið leingi, at tíð er at fáa hana endaliga avgreidda. Og hann hevur vónir um, at tað fer at bera til, skilst á honum.

?Sjálvandi er ilt at siga nakað fyri vist, áðrenn farið er undir seinastu fundirnar. Men vit høvdu ein fund í vikuni, sum gav vónir um, at okkurt fer at spyrjast burturúr, sigur hann.

Gunnleivur Dalsgarð sigur, at nýggjur samráðingarfundur er avtalaður at verða fyrrapartin komandi mánadag. Og tá roknar hann við, at eitt endaligt úrslit fæst.

?Hvussu annars verður, ber bara til at gita um. Øll vita, hvørjar møguleikar vit hava, um tað ikki endar við semju, sigur hann.

Har við sipar hann sjálvandi til, at tað í ringasta lagi kann enda við einum verkfalli á kommunalu arbeiðsplássunum. Men tí møguleikanum vilja báðir partar helst sleppa undan, skilst á formanninum í Starvsmannafelagnum.

Gunnleivur Dalsgarð sigur, at teir hava í grundini tveir partar at samráðast við. Tað eru tey bæði kommunalu arbeiðsgevarafeløgini, Kommunufelagið og Kommunusamskipanin. Tað eru nógvar kommunur í hesum báðum felagsskapunum, og tær eru rættiliga ymiskar. Bæði stórar og smáar. Tað kann so vera ein orsøk til, at tað gongur eitt sindur strilti við samráðingunum, heldur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, sum leiðir samráðingarnar hjá kommunalu starvsfólkunum.