Í føroysku samráðingarnevndini eru umboð fyri Fiskimálaráðið og vinnuna. Á seinasta fundi var semja millum luttakandi londini um fyribils tiltøk at avmarka uppsjóvar- og botnfiskiskap í økinum, m.a. fiskiskapin eftir rossamakreli í altjóða sjógvi útfyri Kili, har føroysk skip eisini royna.
Endamálið er at semjast um ein nýggjan sáttmála fyri samstarv um fiskiveiði í økinum, undantikið veiði eftir víttferðandi fiskastovnum so sum tunfiskur.