Samráðast um 9 ára loyvini

Tann 17. august í ár ganga 9 ára loyvini á føroyska landgrunninum út. Fýra mánaðir áðrenn henda dag tvs. 17. apríl skuldu oljufeløgini, sum hava fingið 9 ára loyvi, geva Oljumálastýrinum eina frágreiðing, har tey siga frá, antin tey fara at bora ella ikki.

Olja
Fakta/Analysa

Sosialurin skilur, at feløgini, sum hava hesi loyvi, enn ikki hava gjørt endaliga av, hvat tey ætla í smálutum. Men nú tað restar nógv í fyri at loysa basaltknútin tvs. at kunna síggja niður gjøgnum basaltið, tykist tað sannlíkt, at feløgini fara at biðja um eina ella aðra útseting av avgerðini um nær og hvar tey skulu bora. Talan er um trý 9 ára loyvi. Eitt hjá Statoilbólkinum og Anadarko, eitt hjá Agip og eitt hjá Anadarko. Hesi loyvini liggja øll inni á basaltinum. Harfyri er ikki sagt, at tey ikki eru áhugaverd. Tvørturímóti hevur verið róð framundir, at tað er nettupp inni á hesum 9 ára loyvunum tvs. vestan fyri verandi 6 ára loyvi og inni á kantinum og uppaftur longur inni á landsgrunninum, at møguleikar tykjast vera fyri at gera fund og harvið eisini stór fund.

Trupulleikin úti á landgrunninum har verandi seks ára loyvi eru latin er tann, at ringt er at finna støð tvs. prospekt, sum hava tak tvs., sum kunnu goyma kolvetni soleiðis at hesi ikki guva ella renna burtur. Ein meting er tann, at olja er runnin vestureftir og at har eru so møguleikar fyri, at hon kann liggja goymd. Eisini hevur verið gitt, at sjálvt basaltið kann vera eitt gott tak í oljugoymslum har.

Hetta eu so nøkur av ivamálunum, sum oljufeløgini dragast við. Hóast einki teirra vil úttala seg um henda spurningin, so skilst, at feløgini eru sinnað at halda fram heldur enn at sleppa 9 ára loyvunum. Uttan iva vilja okkara oljumyndugleikar helst hava, at feløgini longu nú binda seg til at bora brunnar inni á basaltinum, men soleingi tey ikki meta seg hava nóg neyva vitan um undirgrundina har til tess at seta á, so er tað helst týdningarmikið fyri oljumyndugleikarnar her, at feløgini ikki sleppa endanum men halda fram. Tí kann roknast vit, at tey fáa ein longri enda og halda fram við kanningararbeiðinum, sum m.a. fevnir um at finna nýggjar útvegir fyri at síggja niður gjøgnum basaltið.

Í farnu viku var fundur í Havn millum umboð fyri Oljumálaráðið og feløgini, sum hava 9 ára loyvi.