Føroya Arbeiðsgevarafelag er nú farið undir næsta umfar av samráðingum og hesa ferð eru tað Maskinmeistarafelagið, ið er hinumegin samráðingarborðið.
- Sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið um maskinmeistarar, sum arbeiða á landi í privatari vinnu eru byrjaðar. Partarnir hava handað krøvini til sáttmálan og samráðingarfundir eru avtalaðir hesa vikuna, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni.
Sáttmálin millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið gekk út 1. juni, men partarnir hava avtalað at leingja sáttmálan til 8. juni.