Partarnir sum samráðast um nýggja sáttmála á almenna arbeiðsmarknaðinum hava sitið við samráðingarborðið síðani klokkan 17 í gjár. Enn er einki semingsuppskot komið á borðið. Terji Sigurðsson, semingsmaður, segði við útvarpið í gjárkvøldið, at hann væntaði, at eitt semingsuppskot fór at koma einferð í dag.
Freistin fyri nýggjum sáttmála gekk út á midnátt, men so leingi, sum samráðingar eru, verður einki verkfall, og tí sita partarnir nú við samráðingarborðið, til tað røkkur ella støkkur, og roknast kann við, at tað í øllum førum kann taka allan dagin í dag.