Helle Thorning-Schmidt ætlar eftir øllum at døma at smíða, meðan jarnið er heitt, tí eftir ein langan valdag fór hon aftur frá húsum til arbeiðis tíðliga í morgun.
-Vit skulu undir arbeiðið og skulu hava nakrar fundir, og so er eitt drotningaumfar eisini á skránni í dag. Tað týdningarmesta verður at tosa við flokkarnar og at orða eitt stjórnargrundarlag, segði komandi forsætisráðharrin við TV2 í morgun.
Helle Thorning-Schmidt segði í formansorðaskiftinum á Christiansborg í gjárkvøldið, at hon fer at royna at fáa samstarv yvir um miðjuna í Fólkatinginum, og at allir flokkar fáa tilboð um samstarv.
Lars Løkke Rasmussen, sum framvegis er forsætisráðharri, fer fyrrapartin til drotningina at kunna hana um valúrslitið og at mæla henni til at ráðføra seg við floksformenninar. Stjórnin heldur tó fram sum starvsstjórn, til nýggj stjórn er klár at taka við.