Klokkan 10 í morgun hittast teir fýra flokkarnir, Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, sum samráðast um at skipa nýggja samgongu. Sambært løgmanni er ætlanin at halda fram at samráðast í dag í bólkum, sum viðgera ávís mál.
Løgmaður sigur, at tey fara ikki at samráðast í morgin, sunnudagin, tí tá skulu tey halda frí.
Løgmaður hevur fyrr sagt, at ætlanin er at samráðingarnar skulu verða lidnar týsdagin ella mikudagin, so tey hava bara einar tríggjar arbeiðsdagar eftir, um tey skulu náa málinum hjá løgmanni.
Men tey hava kortini eina heila viku, tí løgtingið kemur saman næsta leygardag. Tá skal formansskapur og nevndir veljast, men um so er, at flokkarnir framvegis ikki eru komnir á mál, so ber til at samráðast víðari, um tey annars semjast um formans- og nevndarbýtið í løgtinginum.