##med2##
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Eyðun Klakstein aftaná 0-0 javnleikin móti AB úti í Vika á Argjum.
2) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Teitur Joensen taka samanum dystin. Teitur heldur, at AB hevði avgjørt møguleikarnar at fara við øllum.
Eyðun Klakstein slær fast, at Víkingur ætlaði sær trý stig á Argjum í dag, men hann má staðfesta, at tað gekk ikki heilt eftir vild í dag.
HER ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við annan av venjarunum hjá AB, Símun Samuelsen.
##ms##