Samrøða á FM1: – Hevur fingið sakliga viðgerð

Løgmansrøðan á ólavsøku hevur fingið góða og sakliga viðgerð. Kortini er ideologiski munurin á samgongu og andstøðu rættiliga stórur, og hetta hevur eisini sett sín dám á viðgerðina.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í samrøðu við FM1 í dag.

– Kjakið hevur einamest snúð seg um tey viðurskifti, har vit royna at siga, at vit vilja gjarna hava, at fólkið í Føroyum fær møguleika at vera við í kapping, sum tann privata vinnan er við í, heldur enn at tað almenna rekur vinnu, sigur Bárður á Steig, løgmaður.

Løgmaður vísir, sum vera man, á, at í summum førum heldur andstøðan, at samgongan hevur gjørt ov lítið burturúr á summum økjum, og ov nógv burturúr á øðrum økjum.

– Tað er rímiliga saklig viðgerð, tó so at mann ikki er samdur um alt, sigur Bárður á Steig, løgmaður.

 

Trýst á pílin og hoyr alla samrøðuna, ið Árni Gregersen hevði við Bárð á Steig Nielsen í FM1.