Í nýggjari bók leggur fyrrverandi heimsstjørnan í tennis, Andre Agassi, eftir landsmanni og kappingarneyta sínum, Pete Sampras. – Vit kundu ikki verið meira ymiskir. Hann var beinleiðis keðiligur, og eg hevði ynskt, at eg kundi lært av hansara totala mangul upp á inspiratión. Tað nýttist honum snøgt sagt ikki, tí hann vann allíkavæl, sigur Agassi, sum eisini finast at Michael Chang. Hetta tí Chang takkaði Gudi fyri sigurin í French Open í 1989. – Velur Gud kanska síðu, tá hann sær ein tennisdyst?, spyr Agassi.










