Í oyggjalandinum Samoa í Kyrrahavinum hevur stjórnin tikið eina rættiliga sjáldsama avgerð. Á ein hátt ber til at siga, at landið tekur eitt langt fet inn í framtíðina, tí stjórnin hevur gjørt av at taka dagin í morgin, tann 30. desember, úr ársins kalendara. Tað merkir, at á Samoa fara tey beinleiðis frá 29. til tann 31. desember.
Endamálið við hesum sjáldsama stigi er at flyta landið nærri klokkutíðunum hjá grannunum Avstralia og Ný Sælandi. Datoslinjan gongur beint vestan fyri Samoa-oyggjarnar, og tað ger, at Samoa missir tveir handilsdagar í samhandlinum við tey bæði londini.
Men nú hevur stjórnin gjørt av at broyta hetta, og tí fer forsætisráðharrin at halda røðu og at standa á odda fyri einum bønarhaldi tann seinasta tíman av 29. desember. Tá tann tímin er farin, fer Samoa frá hósdegi til leygardag.