Sammy Hagar 70 ár

Sammy Hagar 70 ár

Kendi rocksangarin Sammy Hagar fylti í gjár, 13. oktober,  70 ár.

 

 

Sangarin, guitarleikarin og sangskrivarin er eisini kendur sum The Red Rocker. Hann gjørdist kendur í sjeytiárunum, tá hann var limur í bólkinum Montrose.

 

 

Seinni fór hann solo, og tað gekst honum væl. Í 1984 hevði hann stórt hitt, nevnt I Can't Drive 55.

 

 

Seinni fekk hann eisini undanvind, tá hann loysti David Lee Roth av sum sangari í Van Halen. Hetta var í 1985. Hann fór úr aftur bólkinum í 1996, men var við, tá bólkurin kom saman aftur í 2003 og 2005. Hann er upptikin í Rock and Roll Hall of Fame sum limur í Van Halen.