Støðan í samgonguni er spentari enn nakrantíð. Tað er greitt nú Løgtingið endaliga skal avgreiða málið um sammøður. Í tí sambandi hava tvey av landsstýrisfólkunum hjá Fólkaflokkinum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Jacob Vestergaard, gjørt av at leggja frá sær. Sum vit skrivaðu fyri eini løtu síðani, er endamálið at fáa Anniku Olsen úr Løgtinginum við tí endamáli at forða fyri, at uppskotið um sammøður verður samtykt.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, staðfesti í KvF beint nú, at hetta er ikki røtt mannagongd, at landsstýrisfólk fara frá fyri at forða fyri, at eitt ávíst mál verður góðkent og hann fer ikki at góðtaka, at tey bæði fara aftur í landstýrið.
Í samgonguni hava tey avtalað, at eingi mál skulu samtykkjast uttan so at øll samgongan er samd um tað. Tað hava tinglimirnir í samgonguni følt seg bundnan av – uttan Annika Olsen og Johan Dahl. Men nú tvey landsstýrisfólk leggja frá sær, sigur løgmaður við KvF, at hann hevur boðað tinglimum úr Sambandsflokkinum frá, at tey skulu ikki føla seg bundnar av semjuni í samgonguni og sostatt kunnu tey atkvøða eftir síni egnu sannføring í málinum um sammøður.