Johan Mortensen
--------
Í seinastuni hava tvey sera áhugaverd tiltøk verið fyriskipað av Hotel Føroyum og gastronomiska stuðulsbólkinum hjá stjóranum Johannes Jensen.
Seinast í februar, saman við Bóndafelagnum, varð skipað fyri smakking av turrum kjøti frá átta gørðum ella høgum. Eitt sera spennandi kvøld, har umleið 300 gestir sluppu at royna seg og varð besta kjøtið hesuferð av Eiði. Eigarin av haganum greiddi frá, at hetta var av seyði, sum hevði gingið í 600-700 metra hædd. Hann greiddi frá, at vøksturin har uppi var annarleiðis enn á lægri lendi. Kaldari er har eisini, so tað vil siga, at vit næstan tosa um arktiskan seyð! Sera áhugavert. Eftir smakkingina var ein forvitnislig føroysk matskrá og afturvið vóru føroyskar bjórframleiðslur. Samanumtikið eitt sera væleydnað kvøld, sum væntandi verður tikið upp aftur í 2014.
Vikuskiftið eftir var fyri aðru ferð – í samstarvi við Havstovuna – høvi hjá fólki at royna toskin av Føroya Banka. Áarstova var nærum fullsett trý kvøld á rað, har ungir kokkar royndu síni kynstur við hesari framúr rávøruna og væl hepnaðist. Útlendskir gestir og tíðindafólk vóru eisini við, og vóru tey imponerað av toskinum, kokkunum og tænarunum.
Hesi bæði kvøldini sýna, hvussu gastronomiska rákið her á landi veruliga hevur tikið dyk á seg. Úr fjalli í fjøru og á grunnum okkara hava vit nógvar av heimsins bestu rávørum. Eisini eru vit byrjað at fáa eitt yngri ættarlið av kokkum og tænarum, sum veruliga “brenna” fyri yrki sínum. Tað má verða áhugavert og attraktivt hjá ungum fólki at fara í kokka og tænaralæru.
Tað er ongin ivi um, at vit kunnu menna okkara gastronomiska støði nógv meira og sum veruliga kann verða eitt munandi íkast til ferðamannavinnuna.
Tað er sjálvandi nógv enn, sum ikki er í lagi og sum bøtast má um. Eg kann nevna nøkur mál :
• Matstovur eiga ikki at gjalda meira enn 10 % í MVG
• Alt grønmeti skal vera MVG frítt
• Avgjaldið í Rúsini uppá vín og øl skal lækka, avgjaldið er alt ov høgt og útvalið av tí sama ikki nøktandi.
• Ferðakostnaðurin til Føroya eigur at lækka munandi. Tá Iceland Express á sinni gjørdi at tú slapp fyri ca. 1.000,-
Ísland og retur viðførdi hetta hásesong heila árið fyri ferðamannavinnuna og matstovunar og er Íslendsk gastronomi idag á altjóða støði.
Øll hesi mál liggja hjá Vinnumálaráðnum og eg heiti staðiliga á Johan Dahl um at geva teimum allan møguligan ans og prioritet,
Fyri at at vit øll kunnu tosa um gastronomi og gleðina við at njóta eina góða máltíð og kanska eitt glas av árgangsvíni saman við familju og kenningum, skal kostnaðurin verða sámuligir. Fyrstani tá kunnu vit fara at tosa um eina gastronomiska kollvelting. Vit mugu heldur ikki gloyma, hvussu stóran týdning og spin off effect føroysk gastronomi kann hava fyri okkara fiskaútflutning og vørumenning yvirhøvur. Heldur ikki at gloyma at verða sjálvbjargin við grønmeti, í løtuni innflyta vit fyri góðar 50 mió árliga av útlendskum grønmeti.
Kortini vil eg siga, at vit eru á rættari kós og gastromiska framtíð Føroya sær spennandi út.










