Samleikakort til føroyingar

- Til tess at lætta um hjá sølufólki í Rúsuni, barrum og náttklubbum, eiga allir føroyingar yvir 18 ár at fáa eitt samleikaprógv. Hetta kundi eisini hjálpt at eyðmerkt fólk, ið ikki sjálvi fáa givð boð frá sær, segði Tóri Højgaard á landsfundi Miðfloksins leygardagin

Tóri Højgaard er formaður fyri UfM, ið er ungmannafelagið hjá Miðflokkinum. Tóri Højgaard var millum røðararnar á landsfundi floksins leygardagin í Norðurlandahúsinum.

- Sum navnið sigur, eru vit ein felagskapur av ungum millum, 15 og 30, ið hava valt at stuðla Miðflokkinum, og arbeiða fyri teimun virðum ið flokkurin stendur fyri. Felagið hevur verið til og er dotti burtur aftur í fleiri umførðum, men síðani málið um 266b, hevur felagið havt fleiri fundir, og nevndin hevur verið saman javnan. Eisini hava vit ein sess í floksstjórnini, ein sess ið varð mannaður av Arna Abrahamsen, og nú er mannaður av mær sjálvum, segði Tóri Højgaard.

Hann nýtti høvið at takka tingmanningini hjá flokkinum fyri stóra stuðulin, ið teir hava sýnt felagnum. Eisini takkaði hann flokkinum fyri at hava veitt teimum fíggjarligan stuðul til tey tiltøk, ið felagið hevur skipað fyri.

- Tó at at felag okkara sum kunnugt er mannað við ungum fólki, so eru tað ikki einans mál, sum hava beinleiðis við ungdóm at gera, ið hava okkara áhuga. Av tí at tað eru vit, ið koma arva hetta samfelagið, eru tað eisini vit, sum í longdini koma at merkja avleiðingarnar av teimum avgerðum, ið verða tiknar í dag – bæði teimum positivu og teimum meira negativu. Tí vilja vit fegin gera okkara ávirkan galdandi í teimum viðurskiftum, ið eru tengd at politisku skipanini, segði Tóri Højgaard.

 

Rúsdrekkaló

Hann segði, at sjálvt um man sum heild tekur undir við flokkinum, so eru tað altíð økir, ið man er meir samdur um enn onnur – og kanska onkur, har man er beinleiðis ósamdur. Hetta eigur at vera so, og er í verðuleikanum mennandi fyri demokratisku prosessina.

- Tað, at vit innanhýsis í flokkinum kunnu viðgerða mál, sum ymiskar áskoðanir eru um, kann bara virka til at styrkja okkum sum flokk. Styrkin hjá einum flokki verður ikki mált upp eftir hvussu fáar ósemjur eru – men heldur hvussu væl flokkurin klárar at arbeiða seg í gjøgnum tær ósemjur ið stinga seg upp – og koma sterkari út hinumegin. Tað er jú sera lítið sannlíkt at øll altíð eru samd við øllum. Menniskju eru jú so ymisk, segði Tóri Højgaard.

So treiv hann í nøkur ítøkilig politisk mál.

- Eg hugsaði at tríva í nøkur politisk mál, ið eg meti vera relevant fyri dagsins politiska landslag, og lýsa hesi, sæð gjøgnum eitt sindur yngri brillur, segði Tóri Højgaard.

Hann vísti á, at fyri nøkrum døgum síðani gekk eitt rættiliga heitt kjak fyri seg niðri í løgtinginum. Kjaki snúði seg um uppskotið, sum Bjørt Samuelsen hevði lagt fram um at liberalisera rúsdrekkalóggávuna.

- Uttan at koma nærri inn á málið sjálvt – tað kenna vit jú øll, so hugsaði eg at nevna eina nokkso áhugaverda, fyri ikki at siga stuttliga eygleiðing: Sama Bjørt Samuelsen, sum nú í vikunu vildi hava rúsdrekkalógina broytta, sat sjálv í halvt ár sum vinnumálaráharri – uttan at gera stórvegis við málið. Haldi, at bæði Bill og Jenis raktu seymin á høvdi tá teir tosaðu um at halda Tjóðveldi í snóri. Flokkurin hevur víst tíðiligar skitzofrenar tendensir seinastu nógvu mánaðirnar, segði Tóri Højgaard.

 

Flip-flop frá Tjóðveldi

Hann segði, at áðrenn valið var flokkurin besti vinur hjá teimum samkyndu, og segði seg ongan hug hava at samstarva við ein so »ódemokratiskan« flokk, sum Miðflokkin, fyri síðani at blíva teirra besti vinur í samgongu – til hendan slitnaði. Og so omigen.

- Haldi, at hetta vísur nokkso væl manglandi støðufesti hjá Tjóðveldi, og teirra vilja at ríða á populistisku bylgjuni, so leingi hendan onki kostar teimum, fyri so at selja alt arvasilvuri so skjótt høvið bíðst, segði Tóri Højgaard.

Men einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, plagdi man at siga.

- So leingi man kann rokna við tílíkum flipp-floppum frá Tjóðveld, so vita vit, at einasta vit skulu gera fyri at steðga tí flóðaldu av av-kristnandi uppskotum, ið flokkurin so gjarna vil koma við – er at verða í samgongu við teimum. So er trupulleikin loystur, segði Tóri Højgaard

Um hugt verður at rúsdrekka problematikkinum sum heild, so er tað givið, at tað er sera týdningarmikið, at rúsdrekkalógin verður hildin – hetta tí at hon hevur til endamáls at tálma nýtslu og verja tey, ið ikki eru før fyri at nýta rúsdrekka á ein ábygrdarfullan hátt.

- Í dag skal man vera fyltur 18 ár fyri at keypa í Rúsuni, og fyri at fáa atgongd til almenn støð, har skonkt verður sterkt, vísti Tóri Højgaard á.

 

Samleikakort

Trupulleikin er bara, at í nógvum førum er tað sera torført hjá starvsfólki at prógva, at viðkomandi er yngri enn 18, og harvið kunna nokta teimum atgongd. Tí hevði tað verið eitt hugskot, at allir føroyingar yvir 18 ár fáa eitt ID-kort frá landinum. Líknandi skipanir eru longu í dag í gildi í umleið 100 londum um allan heim.

- Her heima hjá okkum hevði tað gjørt tað lættari hjá starvssfólki, bæði í Rúsuni og í náttklubbum at vátta, at viðkomandi kundi hevði lógligan aldur at keypa, og hevði harvið styrkt um útinnanina av rúsdrekkalógávuni í Føroyum, segði Tóri Højgaard.

Hann heldur, at tað eru eisini aðrir fyrimunir við einari slíkari skipan. Sigarettir fáast í dag til keyps í øllum vanligum handlum og kioskum – sjálvt um man eisini skal vera 18 ár fyri at keypa. Eisini her hevði eitt alment ID-kort hjálpt starvsfólkinum at hildi lógina.

- Men ein slík skipan hevði ikki verið avmarkað til eftirlit. Hon hevði eisini hjálpt fyritøkum, ið hava haldarar av ymiskum slag – eitt nú telefyritøkum, at sloppi undan skjalafalsan. Til dømis við at ómyndug fólk binda seg til eitt hvørt, ella at myndug fólk keypa upp á borg uttan at hava rættindi til tess.

Eisini hevði hetta hjálpt løgregluni, portørum, sløkkiliðsfólki og øðrum at eyðmerkt fólk, ið av onkrari orðsøk ikki vóru før fyri at upplýsa navn og annað.

- Tó at hetta sjálvandi hevði kosta pening at sett í verk og umsitið, so hevði tað uttan iva gingið hjá bæði tí almenna og tí privata, segði Tóri Højgaard.