Oyrarbakki: - Vit skulu selja eplini. Tey eru væl vaksin, og vit senda skriv heim til foreldrini í 1. flokki um at keypa tey.
- Vit skulu samla pening inn, tí vit skulu til Danmarkar næsta ár, siga tey.
Prísurin er sera rímiligur fyri føroysk epli - 2,5 kg av eplum fyri 20 kr.
- Vit ætla eisini at hava biograf, diskotek og basar fyri at savna inn pening, siga tey.
Tey eru 6 næmingar í flokkinum, men tvær gentur vóru ikki í eplaveltuni, tá vit vitjaðu tey.
- Hettar er sera spennandi, siga næmingarnir.