Samla pengar inn um alt landið til stríðið ímóti krabbameini

Seinni í hesum mánaðinum verður stórt tiltak, sum verður sent beinleiðis í sjónvarpinum

 

Leygarkvøldið 27. mars skipa Krabbameinsfelagið, Kringvarpið og Norðurlandahúsið fyri stóru landsinnsavningini, ið hevur fingið heitið Føroyar móti krabba. 

Tiltakið verður í Norðurlandahúsinum og tað verður sent beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum. Endamálið er at stuðla Krabbameinsfelagnum í at halda fram við arbeiðinum at hjálpa, ráðgeva og upplýsa um krabbamein, og at stuðla gransking.

Í sendingini verður tónleikur, undirhald og samrøður, har tey hitta sjúklingar, avvarðandi, granskarar og starvsfólk, sum dagliga taka sær av teimum avbjóðingum, krabbamein gevur.

 – Talið á krabbameinstilburðum økist og umleið triði hvør føroyingur fær staðfest krabbamein eina ferð í lívinum, sigur Krabbameinsfelagnum í eini fráboðan um tiltakið. Sostatt røkkur sjúkan inn í flestu húski í landinum, har nógv hava mist, men har tað, tíbetur, eisini eru nógv, ið verða frísk.

Í 2009 varð skipað fyri hesum tiltakinum á fyrsta sinnið og tá samlaðu tey 5,2 milliónir krónur saman til endamálið.

Tey siga, at fleiri møguleikar eru at stuðla tiltakinum, bæði undir sjálvari sendingini, men eisini longu nú ber til at stuðla. Tað kann gerast við at flyta Krabbameinsfelagnum pening og tey hava hesar kontur í peningastovnunum: 

 BankNordik: 6460 - 618.088.6

Betri Banki: 9181 - 551.502.7

Norðoya Sparikassi: 9865 - 323.088.5

Suðuroyar Sparikassi: 9870 - 304.242.2

Í næstum verða eisini fleiri onnur tiltøk kring landið, har fólk hava tikið stig til at stuðla arbeiðinum hjá Krabbameinsfelagnum. Til dømis fara fleiri skúlaflokkar at skipa fyri innsavning.