Framførslurnar byrja í apríl mánað í Stratford-upon-Avon undir felags heitinum The Complete Works. Hetta er fyrstu ferð, allir sjónleikirnir hjá Shakespeare verða framførdir samanhangandi. Lidnað skráin verður kunngjørd í heyst, men longu nú frættist, at fleiri av leikunum hava fingið eitt heldur øðrvísi snið. Til dømis verður Merry Wives of Windsor framførdur sum sangleikur, meðan nýggja útgávan av Much Ado About Nothing verður ein hugleiðing yvir kríggið í Irak.