Samkynt hjúnalag skal vera loyvt í Føroyum

Ein nýggj kanning staðfestir enn einaferð, at føroyingar vilja loyva samkyndum at giftast

 


Samkynd skulu hava loyvi at giftast í Føroyum!

Tað er greiða niðurstøðan í eini nýggjari kanning, Gallup hevur gjørt fyri Framsókn.

Kanningin varð almannakunngjørd á fólkafundinum í Runavík um vikuskiftið og hon vísti, at 61 prosent av føroyingum vilja loyva samkyndum pørum at giftast borgarliga.

Hinvegin eru tað 32 prosent, sum siga nei.

 

Hetta vísir eisini at vera eitt mál, flestu føroyingar hava eina toluliga greiða meining um,  tí tað eru bara sjey prosent, sum ikki vita hvat tey skulu halda um spurningin.

 

Hendan kanningin styðjar sostatt uppundir úrslitið av sama slag kanningum, ið eru gjørdar áður, tí tær vísa eisini, at yvir 60 prosent av føroyingum vilja loyva samkyndum at giftast borgarliga.

 

Tað er lítil munur á kynunum í hesum høpi, tó eru tað eitt lítið sindur fleiri konufólk enn mannfólk sum vilja loyva samkyndum hjúnalagi.

Hinvegin vísir kanningin, at tað er hjá teimum heilt ungu, teimum frá 15-24 ár, at undirtøkan fyri samkyndum hjúnalagi er størst, tí heili 78 prosent av teimum taka undir við tí.

 

Men kanningin vísir eisini, at meiriluti er fyri samkyndum hjúnalagi í øllum aldursbólkum, eisini hjá pensjónistum, har 51 prosent taka undir við, at samkynd skulu sleppa at giftast.

 

Samstundis er tað eisini greitt, at tað er í høvuðstaðarøkinum, at undirtøkan fyri samkyndum hjúnalagi er størst.

Kanningin, sum er gjørd í apríl, vísir, at tríggir fjórðingar, ella 75 prosent av havnarfólki taka undir við samkyndum hjúnalagi. Í Sandoy taka 70 prosent undir við tí, men hampiliga greiður meiriluti er eisini fyri tí í Suðuroy, í Vágum og í Norðstreymoy.

Honvegin er stór møtstøða ímóti samkyndum hjúnalagi í Norðoyggjum, har bara 42 prosent siga ja og í Eysturoy eru tey býtt í tvey, tí har siga 50 prosent av fólki ja til samkynt hjúnalag.