Samkynt hjúnalag: Samkomurnar verða ikki tvingaðar

Ríkisumboðið manar óttan hjá føroyskum samkomum, í jørðina

Kirkjuligar vígslur umfata bæði vígslur í Fólkakirkjuni, og vígslur í samkomum og fríkirkjum.

 

Tað staðfestir Ríkisumboðið.

Og hann leggur afturat, at kærunevndin er samd í hesi uppfatan.

 

Nú Løgtingið viðger uppskot um at broyta hjúnabandslógina, soleiðis at samkynd kunnu giftast borgarliga, er eisini ætlanin at broyta lógina fyri Fólkakirkjuna soleiðis, at hon framvegis bara skal víga hjún við hvør sínum kyni.

 

Samkomur og fríkirkjur eru ikki nevndar í hesum høpi, og nú stúra tær fyri, at tær verða tvingaðar at víga samkynd, tí at tær eru ikki ein partur av fólkakirkjuni.

 

Tí hava tær heitt á Løgtingið um at tryggja teimum, at prestar í samkomum og fríkirkjum, koma undir sama undantak, og ikki verða tvingaðir at víga samkynd, akkurát sum prestar í Fólkakirkjuni.

 

 

Les eisini: Gera samkomur í Føroyum til lógbrótarar

 


Men ríkisumboðið, sum hevur kannað málið, staðfestur, at borgarlig vígsla, eru bara tær vígslur, sum borgarstjórar ella sýslumenn standa fyri. Men kirkjuligar vígslur eru tær vígslur, sum eru í kirkjum, og í øðrum, góðkendum fríkirkjum.