Samkynt hjúnalag í Bretlandi

Undirhúsið í bretska tjóðartinginum hevur atkvøtt fyri einum uppskoti um at loyva hjúnalagi millum tvey fólk av sama kyni í Onglandi og Wales.

366 atkvøður vóru fyri og 161 ímóti, og nú fer uppskotið víðari í bretska yvirhúsið, har viðgerðin av tí helst byrjar fyrst í juni.

Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, hevur ikki fingið Konservativa flokkin at hava eina felags støðu til málið, tí summi eru fyri og onnur ímóti.

Fleiri av floksfeløgunum hjá Cameron hava – fyri at tarna málinum – roynt at skoytt upp í uppskotið, at tað eisini skal fevna um skrásett parlag millum hinkynd.