Sunnukvøldið varð tann 56 ára gamli samkyndi presturin Gene Robinson formliga innsettur sum biskuppur í Anglikonsku Kirkjuni í amerikanska statinum New Hampshire.
Anglikanska Kirkjan hevur umleið 70 milliónir limir kring heimin, og avgerðin at seta Gene Robinson í biskupastarvið hevur vakt stóran ans og elvt til stóra misnøgd nógvastaðni. Eitt nú hevur anglikanska kirkjan í Nigeria beinleiðis fordømt avgerðina.
Minøgdin kom eisini týðiliga til sjóndar undir sjálvari innsetanini sunnukvøldið. Tey, sum eru ímóti, fingu høvi at siga sína hugsan, áðrenn tey fóru út úr teirri stóru ítróttarhøllini, sum innsetanin varð hildin í.
Tann 56 ára gamli Gene Robinson hevur seinasti trettan árini livað saman við einum manni. Í einari takkarrøðu sunnukvøldið segði hann, at í Guðs og Jesu eygum eru øll eins.










