Samkyndleiki ikki burturtagdur

Eg tori at siga, at eingin minnilutabólkur í samfelagnum – eisini fólkaskúlanum – verður so nógv umrøddur sum júst LGBT, sigur Ingi á Smið, lærari á Nám X.

Í seinastu útgávuni av Skúlablaðnum finst Ingi á Smið at LGBT, ið vil vera við, at samkyndleiki verður burturtagdur í fólkaskúlanum.

Herfyri sendi LGBT eina áheitan til Mentamálaráðið, Nám, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Yrkisfelagið Miðnám, Gigni, Námsvísindadeildina, Felag Føroyskra Sjúkrarøktarfrøðinga, Listafólkasamband Føroya, Bókadeild Føroya Lærarafelags, Sprotan og Barnabata um, at LGBT-viðurskifti, samkyndleiki og LGBT sum heild verða í ov stóran mun tagd burtur í føroyska fólkaskúlanum.

Ingi á Smið, sum sjálvur er lærari á Nám X, heldur lítið um hesar ákærurnar. LGBT sigur í skrivinum, at tey vera útihýst úr føroyska fólkaskúlanum í dag.

- Hetta eru skuldsetingar, sum eg ikki vil lata fara aftur við borðinum, tí hetta er bara ikki veruleikin. Eg tori at siga, at eingin minnilutabólkur í samfelagnum – eisini fólkaskúlanum – verður so nógv umrøddur sum júst LGBT, sigur Ingi á Smið við Skúlablaðið. Ingi á Smið undirvísir sjálvur í framhaldsdeildini í Nám X í Tilveru og lívfrøði, føroyskum, kristni og samfelagsfrøði í framhaldsdeild, og í øllum hesum fakunum koma LGBT-viðurskifti upp at venda, sigur hann millum annað í samrøðuni.

Sambært Inga á Smið bjóðar LGBT sær at koma inn á skúlarnar við sínum boðskapi.

- Skal skúlin bara lata hurðarnar upp og siga tað, at ein og hvør kann bara koma inn higar og siga tað, sum tey vilja. Tað er so ein spurningur. Tað eru so nógvir aðrir bólkar. Skulu vit eisini skipa fyri undirvísing um adoptivbørn, hjúnaskilnaðarbørn, átrúnaðarligar bólkar, politisk ungmannafeløg. Skulu vit bara vera púra ókritisk og lata hurðarnar upp og siga: "Komið inn! Forteljið børnunum tað, sum tit vilja, spyr hann.

- Yvirskriftin í hesum er, at vit skulu undirvísa um samkynd. Skulu vit taka kynslívið hjá fólki inn í skúlan? Er tað ikki nakað, ið hoyrir heimunum til? Vit skulu hava nøring og lívfrøði, vit skulu hava seksualupplýsing, men hvønn bólk fólka hoyra til kynsliga, tað er ein persónlig sak. Eg dugi ikki at síggja, at skúlin skal taka sær av hesum, sigur Ingi á Smið í samrøðuni við Skúlablaðið, sum eisini er endurgivin á www.skulabladid.fo.