Samkyndir menn skulu sleppa at geva blóð

- Vit í Ungmannafelagnum Samband halda, at samkyndir menn skulu sleppa at geva blóð, eins og allir aðrir samfelagsborgarar.


Við hesi staðfesting byrjar nevndin í Ungmannafelagnum Samband eitt lesarabræv har tey mæla til, at samkyndir menn í Føroyum skulu sleppa at geva blóð.


Ungmannafelagið setir tó sum treyt, at um ein persónur nýliga hevur verið útsettur fyri HIV smittu, so skulu tey ikki sleppa at geva blóð, men at eitt slíkt forboð geldur fyri øll.


- Ein maður skal ikki verða útilokaður einans grundað á, at hann er samkyndur. Hugt skuldi heldur verið eftir lívsstílinum hjá tí einstaka, um viðkomandi hevur blóð ið er egnað og uttan smittu. Alt í alt, skulu vit taka kjakið upp og ikki stigmatisera. Lógin í dag byggir á kynsliga samleikan heldur enn kynsliga virksemið og hetta skulu vit gera upp við, skrivar ungmannafelagið.


Til ber at lesa lesarabrævið við at trýsta á her