Samkyndir kovboyarar fingu 4 Golden Globe heiðurslønir

Í mánakvøldið heiðraði útlendska filmpressan í Hollywood filmídnaðinum á Golden Globe Awards. Stóri sigursharrin á kvøldinum við fýra heiðurslønum gjørdist filmurin Brokeback Mountain um eitt samkynt kovboypar. Golden Globe virðislønina fyri besta drama, besta Leikstjóra, besta leikrit og besta sang.

Vakri kovboyfilmurin vísir kærleikan millum tveir ungar menn, filmstjórin Ang Lee sigur, at hann bara vildi siga eina kærleikssøgu, og tað at hendan søgan handlar um tveir menn, er ikki av týdningi. Kærleikin er universalur. Samkyndu kærleikssenurnar í Brokeback Mountain hava ført við sær, at filmurin ikki verður vístur í pørtum av USA.
 
Ein annar stórur vinnari var filmurin um Johnny Cash, ið vann Golden Globe virðislønina fyri besta sang- ella skemtifilm, og besta mannliga og kvinnuliga sjónleikara í einum skemtifilmi.
 
nud