Samkyndir blóðgevar

Í Svøríki hevur Ríkisdagurin broytt lógina, soleiðis at frá 1. mars næsta ár kunnu samkyndir sviar lata blóð. Kortini sleppa samkyndir menn ikki at lata blóð, uttan so at teir kunnu prógva, at teir hava ikki havt kynsliga samveru við manni í eitt ár.

Samkynd, sum ætla at skráseta seg sum blóðgevar, skulu útfylla eitt oyðublað við nógvum spurningum um teirra heilsuviðurskifti og teirra kynslív, og so skulu myndugleikarnir taka støðu til, um teir kunnu góðkennast sum blóðgevar, skrivar svenska tíðindastovan TT úr Stockholm.