“Tað er ringur tarvur, ið rennur undan kúm”. Millum annað hetta er áskriftin á eini av plakatunum, ið er at síggja hjá Østrøm á Skálatrøð í Havn í hesum døgum.
Tað er felagið fyri samkynd í Føroyum, LGBT, ið skipar fyri listaframsýning, ið eisini leggur dent á upplýsing.
Framsýningin byggir á eina sýning, ið hevur verið sýnd fram í New York, har ein antropologur, mannfrøðingur, setti saman framsýningina, og frøðingurin er eisini í Føroyum í hesum døgum og hjálpir við føroysku framsýningini.
Talan er um eina framsýning, ið er í trimum tættum. Dentur verður lagdur á tað vísindaliga, tað politiska og tað listarliga, og her hjálpir listfrøðingur til við at seta sýningina saman.
Mótprógv
Plakatir við vísindaligum tilfari upplýsa um, at í djóraheiminum er tað at vera samkyndur ikki óvanligt.
Eini 1500 djórasløg eru, har hettar er vanligt, fáa vit at vita, tá vit hósdagin fyri ólavsøku vitja innar hjá Østrøm, har arbeitt verður við at hongja framsýningina upp.
Á stórum plakatum verður upplýst um samkyndar skinnflugur og neyt og onnur djórasløg. Dentur verður lagdur á at lýsa norðurlendsk djór.
Ætlanin er greitt at mótprógva ella avvápna tey, ið føra fram, at tað er ónormalt at vera samkyndur, og at vit bara kunnu leita í djóraheimin fyri at síggja, at so er. Tí soleiðis er tað nevniliga als ikki í djóraheiminum, vísa stóru og vísundaligu plakatirnar á.
Politiska síðan tekur fram endurgevingar og orðatøk, ið hava við evnið at gera.
Nógv listafólk við
Eini 20 listafólk eru við á framsýningini og sum heild er talan um eina heldur øðrvísi framsýning. Ikki bert tí hon er vísindalig, politisk og listarlig, men t.d. síggja vit Hansinu Iversen, ið annars oftast málar non-figurativt, royna seg við mynd av flugum, men tó hómast eyðkennini hjá Hansinu í listaverkinum.
Listafólkini, ið sýna fram, eru Hansina Iversen, Marius Dam Christiansen, Herdis Jacobsen, Marianna Mørkøre, Rannvá H. Mortensen, Heiðrikur á Heygum, Beinta av Reyni, Hanni Bjartalíð, Annika Gregoriussen, Fríða Matras Brekku, Silja Strøm, Aggi Ásgeirsdóttir, Astrid McDonald, Astrid Andreasen, Johan Martin Christiansen, umframt íslendsk og grønlendsk listafólk.
Øðrvísi og fleirtáttaða framsýningin á Skálatrøð er opin ólavsøkudagarnar frá klokkan 14 til 21 og er annars opin allan august mánað frá klokkan 10 til 17.30.