– Verður samkynt hjúnalag lógligt, síggi eg fyri mær, at ævintýrini til børn eisini verða broytt, so at eitt vanligt ævintýr um prinsin, sum verður forelskaður í eini prinsessu, og so fáa tey børn – verður broytt til eina prinsessu, sum verður forelskað í eini aðrari prinsessu. So vilja tey hava børn – og so fara tey í ein sáðbanka!
– Meðan Gerhard Lognberg ávarandi sigur, at »hasi fólkini helma ikki í fyrr enn tey standa framman fyri altarinum, so er tað gott, at vit hava fólk sum Mercedis á Føroya Løgtingi, sum duga at seta tingini í perspektiv – so sjálvt tingfólk kunnu skilja álvaran í málinum...