Samkyndar GRENJUSURRUR

Skilji ikki, hví tit samkyndu ikki kunnu verða tað tit eru og lata verða við at GRENJA. Tit hava tað útmerkað í Føroyum, ókey, úrvalið er ikki stórt, og er tað tann einasa grundin at farið verður av landinum til størri jagtmarkir

Petur Hermansen

Tit samkyndu gremja tykkum um happing og forfylging, lat meg fortelja tykkum, hvat tað er fyri nakað.
Líka frá fyrsta klassa og til børn vóru um 16 ár minnist eg til happing og forfylging, og hetta í ringasta aldri, tað vóru tey sum vóru FEIT, REYÐHARD, STERKAR BRILLUR, FRØKNIR, EITT DEFEKT BEIN og nógv annað. Hesi upplivdu HAPPING OG FORFYLGING.
Tá tit einaferð koma út úr skápinum, sum tað eitur, eru tit væl eldri enn hesi sárbaru børnini og eru fult før fyri at forsvara tykkum.
Sjálvur var eg illani happaður bæði av lærarum og børninum, og av læraranum settur aftast, tí eg ikki sá talvuna, og tey sum høvdu góð eygu, og rætta eftirnavnið sótu fremst.
Hvat við teimum minni mentu, og teimum handikappaðu?? Tey hava Gud hjálpi mær onga SER-LÓG og so grenja tey heldur ikki. Eg haldi, at tit gera tykkum til skammar, tykkum feila einki mær vitandi, ella???
Í Havnini hava altíð verið samkynd, alt sum eg veit um, hesi hava ongantíð verið verri fyri enn øll onnur, munurin var at tey passaðu seg sjálvi.
Komi at hugsa um Benny og Róland, sála, verðins fittastu fólk sum øll vóru góð við, og ongantið hoyrdi tú teir grenja um nakað sum helst
Nei, eg haldi, at tit hava tað sum tit sjálvi ynskja tað. Eg havi kent nógv samkynd, og ongantíð havt trupulleikar av tí, sjálvt um eg als ikki eri samdur við tykum.
Heldigvís eru vit nógv flest sum hava valt at fylgja natúruni, sum er Hann og Hon, sum so verða ein familja við avkomi, hetta er Natúrligt.
So spyr sjálvandi ein samkyndur, hvat er natúrligt??
Tað er natúrligt, at um 30 samkyndir menn 30 ára gamlir fara út á eina oyggj, og tú vitjar teir aftur 30 ár seinri, so eru bert 15 eftir, fert tú so útaftur 30 ár seinri, eru kanska 2 eftir, aftan á 5 ár er ongin aftir, HETTA ER NATÚRAN
Eg vóni ikki, at Løgtingið ger nakað við hesi tápuligu krøv, sum samkynd seta, tí tað eru nógvir arðir bólkar av borgarum sum treingja til SERSØMDIR, men sum ongar fáa.
So mín áheitan á tykkum er, verið tað tit eru og lat samkomur, kirkjur og tey trúgvandi fáa frið og loyvi at hava sínar meiningar, tíka sovæl sum tit hava tykkara.