Fólkatingslimurin Sjúrður Skaale hevur frá danska sosialmálaráðharranum Karen Hækkerup fingið greitt at vita, at tá tvey fólk av sama kyni gifta seg í Danmark og flyta til Føroya, er hjúnalagið ikki galdandi her. Lógin er ikki galdandi fyri Føroyar.
Henda niðurstøða kom ikki óvart á LGBT – felag teirra samkyndu, tvíkyndu og transpersónum í Føroyum.
- Tað var gott at fáa spurningin svaraðan, men so mugu vit til at gera meira fyri at fáa lógina broytta í Føroyum, sigur Eiler Fagraklett vegna LBGT.
Hann vónar, at føroyskir politikarar taka undir við hesum.
Men LGBT hevur einki ynski um, at samkynd skulu kunna giftast í kirkjuni. Tað er ikki tað, sum liggur fremst. Ynskið teirra er, at samkynd skulu kunna vígast borgarliga í Føroyum.
- Tað týdningarmesta fyri okkum er, at samkynd skulu hava somu rættindi sum onnur fólk, sigur Eiler Fagraklett.