Í seinastuni hevur nógv verið frammi í føroysku miðlunum, um at tey samkyndu ikki eru vælkomin á føroysku dating síðuni Faroedating. Hetta komst av, at ein vangamynd hjá einum brúkara ið kallaði seg Samkyndur var vorðin strikað.
Stovnararnir av síðuni kenna seg misskiltar, tí teir halda seg ikki gera mismun á einum minnilutabólki.
- Vit hava ikki bert strikað vangamyndina hjá tí persóninum, ið kallaði seg Samkyndur. Vit hava strika allar vangamyndir, ið hava kynsliga orienteraði dulnevni, sigur Dánjal Vestergaard, ein av teimum trimum stovnarunum av síðuni.
- Vit vilja ikki hava kynsliga orienteraði dulnevni á síðuni, tí hetta er ein almenn síða, har vit fegin vilja, at øll skulu kenna seg væl, greiðir Dánjal Vestergaard frá.
- Tí vilja vit ikki hava dulnevni, sum vitjandi á síðuni kunnu kenna seg provokeraði av. Eg sigi ikki at orðið samkyndur er provokerandi, men vit hava gjørt av, at eingi kynslig dulnevni eru loyvd, sigur Dánjal Vestergaard.
Síðan loyvir heldur ikki dulnevni, sum eru átrúnaðarspottandi ella rasuspottandi. Samstundis vera provokerandi tekstir á vangamyndini strikaðir, og myndir av naknum fólki ella kynsligar myndir verða ikki loyvdar.
Einki er broytt
- Síðan hetta hevur verið frammi í fjølmiðlunum hava vit fingið teldupost frá samkyndum, sum spyrja, um tey ikki longur kunna brúka síðuna. Tað eru vit øðiliga kedd um, sjálvandi skulu tey eisini kunna koma á síðuna hjá okkum, sigur Dánjal Vestergaard.
- Vit hava alla tíðina sagt, at tey samkyndu eru vælkomin á síðuni.
Tá man upprættar eina vangamynd á Faroedating, kann man velja at skriva kvinna søkir kvinnu ella maður søkir mann, bæði til vinalag og til romantik.
- Tað hevur man alla tíðina kunna gjørt. Søkifunktiónin er ikki broytt, greiðir Dánjal Vestergaard frá.
- Brúkararnir kunnu skriva hvat tey vilja í vangamyndini, hóast hetta framvegis skal vera innan fyri ávís mørk, sigur Bárður Bærentsen, ein annar av stovnarunum av síðuni.
Treytirnar fyri limaskapi, sum vera lýstar á síðuni siga, at Faroedating hevur rætt til at strika limir, um innihaldið til dømis er ósømiligt, ger mismun, er hóttandi ella er kynsliga orienteraði.
Ymiskar meiningar
Tað vóru tríggir menn sum stovnaðu Faroedating, og sum eiga síðuna saman.
- Vit eru tríggir persónar og hava allir hvør sína meining, so vit hava ikki verið samdir um hesar spurningarnir. Men vit eru samdir um, at vit skulu hava reglar fyri dulnevnunum, soleiðis at øll kunnu kenna seg væl inni á síðuni, sigur Dánjal Vestergaard.