Samkynd vígd í Danmark – ikki hjún í Føroyum

Um tvey fólk av sama kyni verða vígd í Danmark og flyta til Føroya, er hjúnalagið ikki galdandi her

Sama dag sum fólkatingið samtykti at loyva kirkjuligari vígslu av samkyndum fólkum, reisti fólkatingslimurin Sjúrður Skaale ein fyrispurning í fólkatinginum.
Hann vildi vita, hvussu støðan er millum tvey fólk av sama kyndi, sum eru vígd í Danmark, og hesi flyta til Føroya.
Svarið hjá ráðharranum Karen Hækkerup er greitt. Eitt slikt hjúnalag er ikki galdandi í Føroyum.
Lógin er ikki galdandi her, men kann sum hon er ella partvís setast í gildi i Føroyum. Tað verður tó bara gjørt, um føroyskir myndugleikar biðja um tað, og hetta hava teir ikki gjørt.
Støða er tó ikki tikin til, at eitt hjúnalag millum tvey fólk av sama kyni gift í Føroyum, verður góðkent í Føroyum.
- Útgangsstøðið má vera, at tá ið lógin ikki er sett í gildi í Føroyum, at eitt hjúnalag millum tvey fók av sama kyni, vígd í Danmark verður ikki góðkent í Føroyum. Eftir míni fatan, hevur hetta við sær, at ein gifta millum tvey fólk av sama kyni í Danmark verður ikki javnsett við eitt hjúnalag í Føroyum, sigur Karen Hækkerup.
Hon leggur tó aftrat, at endaliga avgerðin um spurningin kann roynast í rættinum.