Um middagleitið í gjár varð lógaruppskot um, at samkynd kunnu ættleiða, viðtikið á Fólkatingi.
Tað hevur verið eitt stórt stríð og eitt ivamál um, hvussu úrslitið fór at verða. 60 atkvøddu fyri, meðan 54 atkvøddu ímóti, skrivar mess.fo.
Orsakað av mótstøðu frá stjórnini, varð málið ivasamt, men limir úr Venstre vóru við til, at lógaruppskotið varð viðtikið.
Um middagsleitið ídag varð lógaruppskot L 146 atkvøtt fyri á Fólkatinginum. 60 stemmaðu ja, meðan 54 atkvøddu nei til at geva samkyndum rætt til at ættleiða.
- Um mann ikki vil vera við til at diskriminera, kann mann ikki annað enn at atkvøða fyri, sigur Karsten Lauritzen úr Venstre við DR Nyheder.