Samkynd sleppa ikki at giftast

Longu áðrenn viðgerðin í løgtinginum er byrjað er greitt, at uppskotið um at loyva samkyndum at giftast borgarliga verður felt

 

Longu áðrenn viðgerðin í løgtinginum er byrjað er greitt, at uppskotið um at loyva samkyndum at giftast borgarliga verður felt

 

Tað vísir eitt spurnarumfar í Sosialinum ídag.

 

Mikudagin løgdu løgtingslimirnir Poul Michelsen, Rigmor Dam og Bjørt Samuelsen fyri tingið  trý uppskot um ríkislógartilmæli, ið tilsamans skulu gera tað møguligt hjá samkyndum at giftast borgarliga í Føroyum.

 

Les eisini: Uppskot um samkynda giftu lagt fram

 

Tað er við støði í hesum uppskoti, at Sosialurin hevur gjørt eitt spurnarumfar millum løgtingslimir. Úrslitið vísir greitt, at meiriluti verður ikki fyri uppskotinum.

 

Bara níggju løgtingslimir siga í dag, at tey fara at atkvøða fyri uppskotinum um at loyva samkyndum at giftast borgarliga.

 

Spurnarumfarið vísir eisini, at samgongulimir eru bundin av eini felags støðu hjá samgonguni.

 

Ein støða, ið løgmaður sjálvur váttar í samrøðuni við Sosialin. 

 

- Vit hava eitt samgonguskjal at arbeiða út frá. Og hetta málið er ikki partur av samgonguskjalinum. Talan er um eitt uppskot frá andstøðuni, og tí fara vit í samgonguni at viðgera tað og taka eina felags støðu, sigur Kaj Leo Holm Johannesen við Sosialin.

 

Løgmaður ger samstundis greitt, at talan verður ikki um at fríttstilla samgongulimir, eins og viðhvørt verður gjørt í sonevndum ”etiskum málum”.

 

Málið varð sum nevnt lagt fram mikudagin. Fyrsta viðgerð er væntandi í aðru viku.

 

Les meira um málið í Sosialinum í dag. Til ber eisini at keypa blaðið online við at TRÝSTA HER.