- Øll skulu hava somu rættindi í okkara landi. Men tað skal ikki gerast við at hevna seg inn á eina lóg, sum virkar væl.
Tað segði gamli, kendi sambandsmaðurin, 87 ára gamli Agnar Nielsen í Vestmanna.
Hann var løgtingsmaður í 20 ár, frá 1970 til 1990, og av teimum árunum var hann løgtingsformaður í 1978 og í 1979 og so aftur frá 1989 til 1990.
Hann er ikki serliga virkin longur í flokkinum, í hvussu so er ikki alment, og tað man vera nakað síðani, hann seinast hevði orðið á landsfundi.
Men á landsfundinum nú um vikuskiftið gjørdi hann eitt undantak. Og tað var fyri ein stóran part ætlanin at broyta hjúnabandslógina, so at eisini samkynd kunnu giftast, sum fekk hann at taka orðið.
Hann heldur, at øll skulu hava sama rætt í hesum landi, eisini samkynd. Men tað skal bera til at geva teimum hesi rættindi, uttan at gera seg inn á hjúnabandslógina, sum virkar væl.
- Samkynd eru ein bólkur í samfelagnum og hjún eru ein bólkur í samfelagnum. Men samkynd hava ikki somu rættindi sum hjúnini. Men tað ber til at tryggja teimum teirra rættindini, uttan at gera seg inn hin bólkin, helt aldursforsetin á landsfundinnum.
- Eru tað tvær kvinnur, sum eru so góðar við hvørja aðra, at tær ikki kunnu liva lívið, uttan at liva tað saman, ber til at gera eina lóg, sum ger, at tey fáa somu rættindini sum øll onnur. Og tað skal gerast, uttan at hevna seg inn á hin bólkin, sum er umfataður av hjúnabandslógini, sigur Agnar Nielsen.
Eisini fyrrverandi løgtingsmaðurin, Eivin Jacobsen, mælti Sambandsflokkinum til at fáa spurningin um rættindini hjá samkyndum, avgreiddan.
- Tað er ikki altíð heppið at blanda átrúnað og politkk saman. Men at byggja politikkin á átrúnaðarlig virði, er nakað heilt annað, heldur hann.
- Ein bólkur í samfelagnum hevur fullkomiliga sett føturnar í spenni og vil ikki vikast ein tumma. Ein annar bólkur vil geva fullkomilig leyst. Men eg ivist ikki í, at ímillum hasar báðar ytstu pólarnar, er tað ein meiriluti av fólkinum, sum vil hava eina virðiliga loysn, segði Eivin Jacobsen.
- Og verður málið ikki samtykt nú, fer tað alsamt at verða drigið fram aftur, til tað er loyst. Og spurningurin er so, hvussu virðiligt tað er, framhaldandi at at brúka hetta málið sum politiska kastibløka, heldur Eivin Jacobsen.