Dimmalætting hevur fingið nýggjan blaðstjóra, og í hesum sambandi hevur miðflokkatingmaðurin Bill Justinussen skrivað eitt lesarabræv, har hann ynskir stjóranum, Árna Gregersen, tillukku við nýggja starvinum. Í heilsanini, sum stendur aðrastaðni í dagsins blaði, nýtir miðflokkatingmaðurin eisini høvið at geva komandi blaðstjóranum trý góð ráð um, hvussu skeiva gongdin á Dimmalætting, sum hevur havt tungan rakstur seinastu tíðina, kann vendast:
"1. Gevist við at skriva niðurgerandi um kristnu virðini í samfelagi og fólki okkara."
"2. Gevist við at ganga ørindini fyri máttmiklar bólkar, sum hava heft heitið "minniluti" á seg sjálvur."
"3. Greið blaðfólkunum frá, at tey eiga at geva rúm fyri øllum sjónarmiðum, og at vera óheft."
Dimmalætting gongur ørindi
Bill Justinussen dylir ikki fyri, at hann er stak ónøgdur við tíðindaflutningin hjá Dimmalætting, ið hann metir hava verið sera einstáttaðan í millum annað málinum um samkynd.
- Serliga Dimmalætting hevur gingið undan í at niðurgera tey, ið til dømis hava verið ímóti 266 B. Bæði oddagreinir og blaðfólk hava aktivt blandað seg upp í kjakið við sínum einstáttaðu hugsanum, og hetta hevur gjørt, at nógv hava sagt blaðið frá sær, metir Bill Justinussen.
Hann sigur seg hava tosað við nógvar fyrrverandi lesarar av blaðnum, sum ikki vilja halda blaðið longur, av tí at tey ikki kenna seg heima í tí, sum blaðið ber fram. Hetta heldur miðflokkatingmaðurin vera spell, tí blaðið altíð hevur borið orð fyri at vera eitt siðiligt og sámuligt blað.
- Men redaktionella linjan hjá Dimmalætting er broytt nógv í seinastuni, og hetta kann vera ein orsøk til, at blaðið hevur havt so tungan rakstur. Og tað er í tí sambandi, at eg skrivaði heilsanina til blaðstjóran. Brævið skal ikki síggjast sum eina roynd at leggja politiskt trýst á ein fjølmiðil, men heldur sum eini vinalig ráð, staðfestir Bill Justinussen.
Samkynd tíðindafólk
Men hvørjir eru hesir máttmiklu bólkar, sum Bill Justinussen heldur, at Dimmalætting gongur ørindi fyri?
- Tað er tey, sum beinleiðis hava talað fyri 266 B. Samkynd eru ikki ein kúgaður minnilutabólkur, sum nógv hava gjørt tað til, men ein eksklusivur bólkur, sum saman við øðrum setir klemmur á politikarar, heldur Bill Justinussen.
Hann nevnir í hesum sambandi bæði Amnesty International, Kvinnusamskipan Føroya og ávísar føroyskar fjølmiðlarn, ið misnýta sítt vald og ganga ørindi fyri einum ávísum minnilutabólki. Hetta metir tingmaðurin vera óheppið, tí hugburðurin ikki avspeglar hugburðin hjá meirilutanum av føroyska fólkinum.
Ein orsøk til, at Dimmalætting - og eisini Úvarp Føroya og Sjónvarp Føroya í ávísan mun - hava ført einstáttaðan tíðindaflutning, ið hevur talað fyri 266 B, kemst sambært Bill Justinussen millum annað av tí, at nøkur samkynd hava tilknýti til hesar fjølmiðlar.
- Eg havi varhugan av, at vit hava nøkur samkynd fólk, ið aktivt luttaka í fjølmiðlaheiminum, og hetta ger, at hugburðurin millum fjølmiðlafólk ávirkast. Eg havi ongan trupulleika av, at samkynd arbeiða sum onnur. Men tað er eingin loyna, at alsamt fleiri samkynd gerast tíðindafólk í Føroyum. Trupulleikin er, tá tey aktivt ávirka føroyska fjølmiðlaheimin, sum í stóran mun er einstáttaður, sigur Bill Justinussen.
Kringvarpið hevur ein trupulleika
Miðflokkatingmaðurin leggur afturat, at hann er ímóti blaðsensuri. Dimmalætting er ein privat fyritøka, ið hevur loyvi at gera, sum hon vil. Verri er við Kringvarpi Føroya, ið er ein almennur stovnur við tíðindafólki, ið eru alment lønt.
- At fjølmiðlar við lógarásettum kringvarpsgjaldi ganga ímóti tí, sum ein stórur partur av fólkinum heldur, er ein trupulleiki, sigur løgtingsmaðurin.
Hann vil ikki siga, um Miðflokkurin ætlar at gera nakað ítøkiligt fyri at royna at broyta hesi viðurskifti, men hann nevnir sum dømi, at føroyski fólkaskúlin byggir á kristnu siðalæruna, og at ein tílík orðing kanska eisini átti at verið galdandi fyri Kringvarp Føroya.
Í Danmark er danski forsætismálaráðharrin annars komin í andglettin fyri alment at hava funnist at almennu sjónvarpsrásini DR í sambandi við ein dokumentarfilm um donsku luttøkuna í krígnum í Afganistan. Bill Justinussen heldur tó ikki, at hann og Anders Fogh Rasmussen hava nakað til felags hesum viðvíkjandi.
- Sum sagt eri eg ímóti, at politiska skipanin leggur trýst á fjølmiðlarnar, og brævið skal síggjast sum ein vinarlig heilsan til Árna Gregersen, har eg gevi góð ráð um, hvussu hann kann venda skeivu gongdini á blaðnum, sigur Bill Justinussen at enda.