Samkynd og parlag

Tað er ikki lukkuligt, sum tosið um samkynd, skrásett parlag og nógv annað í tann dur flýgur um oyruni á okkum um dagarnar. Ein skuldi trúð, at føroyingar onki annað gjørdu um dagarnar enn at hugsa um hesar spurningar.

Men sjálvandi eru hesir spurningar viðkomandi. Og mugu vit taka eina støðu til teirra ? sum í so nógvum øðrum spurningum.
Lat tað beinanvegin verða sagt, at eg haldi ikki, at tað er rætt og náttúrligt at vera homoseksuellur ella lesbisk. Hetta er beinleiðis skeivt og stríður harliga móti bíbilskari læru og hugsunarhátti.
Bert ein lítil tanki frá djórunum. Omanfyri húsini hjá mær gongur ein hani og ein høna, ið onkur í grannalagnum eigur. Men sjálvt hesi bæði hava funnið útav at tey hoyra saman. Tann dag mannligu svínini hava funnið útav at tey hoyra saman og ynskja at ganga í parlag ? so er slutt við bacon á borðið!!
Sjálvt um eitt rák er í tíðini fyri hesum hugsunarhátti, at vit í Føroyum skulu bara sleppa leyst ? so sigur ongin at tað er rætt fyri tað.
Tá forsprákararnir fyri samkyndum eru frammi, so eru tey sum regul eftir fundamentalistunum í Føroyum. Men tað kundi verið stuttligt at fingið at vita hvørjir hesir fundamentalistar eru. Tey fáa tað at ljóða sum um hesi eru bert ein lítil viðfáningur í samfelagnum. Men tey fara so dyggiliga skeiv. Ein fundamentalist er ein, ið hevur eitt fundament at standa á ? og hugsi eg, at vit øll eiga at hava eitt gott fundament at standa á her í lívinum. Eitt fundament er týdningarmikið. Eitt annað er so at vit hava nakrar svakar muslimskar fundamentalistar í muslimskum londum, ið drepa frá hond ? men at samanbera hesar við trúgvandi (og onnur), í Føroyum, ið trúgva á Bíbliunnar læru er langt úti. Hetta kemur næstan undir ærumeiðing.
1.Fundamentalistar. Hvussu nógvir "fundamentalistar" eru í Føroyum? Hetta tal er sjálvandi ringt at meta um. Men vit vita at umleið 33% av Føroya fólki eru persónlig trúgvandi ? eisini nevnd evangelisk kristin. Síðani kemur ein stór fjøld av vanligum føroyingum, ið ikki góðtaka homoseksualitet ? hvørki so ella so. Hvør veit, kanska eini 80-90% av Føroya fólki eru ímóti homoseksualiteti og skrásettum parlag? Tað kundi verið stuttligt at sæð eina fólkaatkvøðu hesum viðvíkjandi.

2.AIDS spurningurin. Í øllum hesum prátinum um dagarnar so er AIDS spurningurin næstan ikki havdur á lofti. Men sannleikin er, at AIDS, ið er sprottin úr homoseksuella umhvørvinum spjaðir seg sum ongatíð fyrr. Latið okkum bert taka eitt dømi. Afrika hevur 70 % av øllum AIDS-sjúkum. Heims- Heilsu- Stovnurin, WHO, sigur frá at 14 milliónir afrikanarar eru longu deyðir av AIDS, og at 10 milliónir børn eru blivin foreldraleys. Víðari verður sagt, at HIV/AIDS-pestin er so umfatandi, at 1/3 av børnum í Afrika undir 15 ár ? koma at doyggja av AIDS. Fyri stuttum frættist eisini, at AIDS ger um seg í Kina við rúkandi ferð. Hví kunnu tey homoseksuellu ikki síggja vandan og læra av tí? Ella vil man ikki? Við einum slíkum vanda hangandi yvir høvdi okkara hava vit ikki ráð til at spæla við syndina ella hazard við lívið!

3.Hin samkyndi og hin kristni. Í onkrari av teimum longru greinunum, har tosað verður við samkynd ? verður róð upp undir at samkynd eru líka væl kristin sum onnur. Nei, hetta letur seg als ikki sameina. Tað eru fá evni har Bíblian er so klár sum júst á hesum økinum. Les t.d. orðini hjá Paulusi í Rómverjabrævinum kapt. 1. Hetta merkir sjálvandi ikki, at tey kristnu/persónlig trúgvandi hata tey samkyndu. Nei, tvørtur ímóti. Tey trúgvandi eiga at elska tey samkyndu ? eins og Gud eisini ger. Hetta merkir tó ikki, at tey trúgvandi góðtaka henda livihátt ? tí hann stríðir móti Orði Guds og øllum vanligum hugsunarhátti.