Samkynd og náttúra

Nógv kjak var í bløðunum fyri okkurt um einum ári síðani viðvíkjandi samkyndum í samband við lógaruppskotið um, at samkynd skuldu verða vard í antidiskriminationsparagraffini. Og av homoFObia verkunum hjá Ole Wich. Í dag er tað eyðsynt, at tey samkyndu heima í Føroyum hava fyri neyðini at vera vard í lógini

Gunnar Øregaard
lívfrøðingur

At samkynd verða avbard og hótt við lívinum er ótolandi, og Føroya skomm.
Mótstøðufólk av at innlima samkynd í antidiskriminationsparagraffina hava ført fram, at samkynd hava eina ónátúrliga atferð. Men sjáldan vísa hesi fólk á, hvussu ella hví hví homosexualitetur er ónátúrligur.
Tað er eyðsæð at samkyndi lívshátturin ikki viðførir børn, og at ílegurnar hjá teimum samkyndu tískil ikki yvirliva í samkyndum parlag. Er hetta orsøkin, at samkynd eru ónátúrlig í teirra sexualiteti? Á henda hátt verður samkyndi lívshátturin reduseraður til bert at snúgva seg um sex, og sex verður reduserað til bert at snúgva seg um nøring. Hetta er heilt burturvið og alt ov einfalt. Elskhugur millum menniskju er fyri tað mesta ikki við tí í hyggju at fáa børn, men heldur at skapa trivna í parlagnum. At vátta kærleika hvør fyri øðrum, og styrkja bondini sum knyta tvey menniskju saman. Henda kensla er helst lík hjá øllum menniskjum, bæði samkyndum og hinkyndum. Maður og kona, sum ikki kunnu fáa børn, halda ofta kortini saman. Og er teirra sexualitetur tá nógv øðrvísi enn hjá teimum samkyndu? At sex ikki bert er fyri at tryggja nøring sæst aftur hjá menniskjum, sum ikki skulu hava fleiri børn. Elskhugurin hvørvur ikki. Hóast títtleikin vanliga minkar, so er vanligt, at eisini gomul fólk eru sexuelt aktiv, um ikki sjúka forðar hesum. Onkur lesari tvíheldur kanska framvegis um, at tað samkynda er ónátúrligt. Gamaní, men so er at hyggja at náttúruni. Tað eru nógvar eygleiðingar av samkyndum djórum. Flugur verða í nógvum lívfrøðisligum starvstovum gjølla kannaðar, tí at teirra arvaeginleikar minna um teir, vit finna í menniskjanum. Lívfrøðingar hava víst, at summar kall-flugur eru samkyndar. Teir hava eisini víst, at um ein ávís ílega verður muterað (t. v. s. broytt so ílegan ikki virkar sum vanligt) so gerst flugan samkynd (2).
Eisini í fuglum er samkynd atferð eygleidd. Í Ny Sælandska Porphyrio porphyrio, ein fuglur, ið minnir nakað um Sevhønu, vilja nakrar bøgur heldurpara við øðrum bøgum, sjálvt um steggjar eisini eru at velja ímillum. Tveir pingvin-steggjar í djóragarðinum í Central Park Zoo á Manhattan vóru sera forliptir hvør í øðrum, gjørdu reiður og teir skiftust trúliga at sita á einum steini, teir royndu at klekja. Tá ein djórapassari gav teimum eitt egg, gekk ikki long tíð, áðrenn eggið varð klakt, og steggjarnir tryggjaðu pisuni føði (3) (http://www.msnbc.msn.com/id/4352011/site/newsweek/).
Ein barnabók er skrivað um hesar samkyndu pingvin steggjar (And Tango Makes Three; Parnell, Richardson og Cole). Fleiri onnur súgdjór enn menniskja syna samkynda atferð. Ein kanning vísti, at partur av veðrum (8-10% av teimum kannaðu veðrunum) vóru samkyndir (1). Eg veit ikki, um føroyskir seyðamenn eisini kenna til hetta fyribrigdið? Neytakvígur hava eisini verið eygleiddar og kunnu sýna samkynda atferð. Okkara nærmast ættaðu av djórunum, apurnar eru heldur ikki øðrvísi, hvat hesum viðvíkur. Japanskar makak apur hava verið eygleiddar í mong ár, og millum hesar finnast fleiri samkyndar kvenn-apur. Hesi dømi vóru bert fyri at vísa at tann samkynda atferðin ikki er sermenniskjaslig og ónáturlig.
Okkara hugur at øðrum verður helst grunnlagdur á ungum árum, um hetta ikki er viðføtt. Summar kanningar benda á at hormon ávirkanir í forstrinum hava stóra ávirkan á okkara sexuellu orientering. Sum børn vita tey flestu hvat tey tráða eftir. Og henda tráðan styrkist sum vit gerast eldri, og fyri tey flestu er tráðanin til hitt kynið. Tráðanin kann ikki broytast, um hon illa passar til í samfelagnum vit liva í. Hetta er lætt at skilja um ein hugsar um egnan sexualietet  fá hinkynd vildu broytt til at verið samkynd, um tey onkurvegna fluttu til eitt samfelag, har tað samkynda var tað einasta loyvda. Og hugsanin at tey samkyndu kunnu grøðast, og gerast hinkynd er burturvið.
Nú frættist at Finnur Helmsdal fer at leggja nytt uppskot til lóg, at tryggja at samkynd eru vard í antidiskriminations-paragraffini. Tað er eyðsæð at júst hesin minniluti heima í Føroyum hevur verju fyri neyðini. Gerið ikki sum prestur og Levitur, men sum Sámáriubúgvin. Hjálpi og tryggið teimum hóttu og bukaðu. Tað fer at vera hvørjum einstakum tinglimið til sóma - nú og á dómadegi.

1. Roselli, C. E., K. Larkin, J. M. Schrunk, and F. Stormshak. 2004. Sexual partner preference, hypothalamic morphology and aromatase in rams. Physiol Behav 83:233-45.
2. Ryner, L. C., S. F. Goodwin, D. H. Castrillon, A. Anand, A. Villella, B. S. Baker, J. C. Hall, B. J. Taylor, and S. A. Wasserman. 1996. Control of male sexual behavior and sexual orientation in Drosophila by the fruitless gene. Cell 87:1079- 89.
3. Zuk, M. 2006. Family values in black and white. Nature 439:917.