Tað hevur í longri tíð staðist mikið orðaskifti av ætlanum Høgna Hoydals og Tjóðveldisflokksins um at fáa lóg um skrásett paralag fyri samkynd setta í gildi í Føroyum. Tað tykir mær margháttligt, at Høgni Hoydal sum tjóveldismaður skal vera so mentunnarfremmandur í Føroyum, at hann nú ger Tjóðveldisflokkin til fremsta talsmann teirra samkyndu.
Um tjóðveldisflokkurin ætlar at gera Føroyar til eina miniaturu av Danmark við donskum »frælslyntum« lógum, sum binda fólk á hond og fót, og avspora náttúrligan livihátt og lívsmynstur, so hevur tjóðveldisflokkurin einki at bjóða einum frælsum Føroyum.
»Við lóg skal land byggjast« verður sagt, og satt er tað. Men um lógir, sum eru ímóti náttúruni, verða settar í gildi, byggja vit ikki land. So bróta vit niður!
Eg fari at loyva mær at staðfesta 3 ting:
?Samkynd eru ikki burðardygg.
?Samkynd bróta niður burðardygga menning.
?Samkynd eru ímóti náttúruni.
Náttúran viðurkennir ikki samkynd sum burðardygg, tí kann einki náttúrligt menniskja, við náttúrligum viti og skili, viðurkenna samkynt paralag sum javnsett við t.d. hjúnalag við at skráseta tey sum eina familjueind. Tað eru tveir ella tvær og kunnu aldri við náttúrunnar hjálp gerast fleiri enn teir báðir ella tær báðar. Hvørki avsporaðar lógir ella avsporaðar trúarrørslur kunnu broyta tað.
At snakka um mannarættindi er heilt burturvið. Ídag hevur ein og hvør í Føroyum loyvið til at hava eina meining ? eisini tey samkyndu. Men hvat síggja vit í kjalarvørrinum av lóggávuni um skásett paralag rundan um okkum? Jú, um tú vágar tær alment at siga, at ónáttúrligt samlív er synd ella bara burturvið, verður tú revsaður eftir revsilógini og settur fastur. Í londum sum hava breggjað sær av talu-, skrivi- og trúarfrælsi verður alt blakað fyri borð, tí eingin alment má meina, at tey samkyndu hava brúk fyri hjálp. Tú hevur loyvið til at meina at bíblian fer skeiv, men tú hevur ikki loyvi til at meina at bíblian hevur rætt. Diskriminerandi???
Vandin við ónáttúrligum fyribrigdum er júst tann, at nøkur vilja lata tað so pent í, sum vit eru vitni til í hesum døgum. Tað skal legaliserast, so eingin longur skal fáa loyvi at halda fast við og læra tað náttúrliga og revsa tað ónáttúrliga. Í øllum vanligum førum t.d. í plantu- og djóralívi royna skilagóð menniskju at bøta um brek og lúka ónáttúrlig fyribrygdir út. Vit kunnu ikki og skulu ikki lúka menniskju út ? samkynd ella ikki. Men við samkyndum er tað so, at tey hava brúk fyri hjálp, tí tey megna ikki ella vilja ikki liva eftir náttúrliga kynsmynstrinum. Og tað kunnu vit bert bøta uppá, um vit áhaldandi og framhaldandi halda okkum til og lesa náttúruna av, sum sigur, at samkynd kunnu ikki nørast náttúrliga. Tí skulu vit heldur ikki við lóg framala samkynd við at javnstilla tað náttúrliga við tað ónáttúrliga.
Óansæð um danir, norðmenn, sviar, íslendarar ella hvør tað so enn er, smíða lógir til frama fyri samkynd, so broytist náttúrulógin aldri. Men kanska tey samkyndu seta eina ella aðra falska vón til útviklingslæruna (evolutiónsteoriina). Tað skal ikki undra meg at tað verður tað næsta hjá hesari desperatu religión, sum serliga lívfrøðilærarar hava gjørt seg til talsmenn fyri ? enntá í fólkaskúlanum. Ein vísindagrein, sum ikki kann peika á eitt einasta haldgott prógv fyri sínum pástandum, kann ikki sigast at vera annað enn ein vánalig religión. Hendan læra fór í 19. øld sum brandur um allan heim, og fekk í 20. øld stóran stuðul frá vísindini, serliga tí at vísindin sá sær ein møguleika at sleppa av við Gud. Nú stendur útviklingslæran næstan við gravarbakkan tí seriøsir granskarar skammast við at viðurkenna hana sum eina vísindagrein tí »prógv« aftaná »prógv« einki hald hevði í veruleikanum og harvið heldur ikki í vísindini. Fleiri og fleiri ikki-kristin vísindafólk viðurkenna seg nú eisini sum trúgvandi á ein skapara um enn tey ikki trúgva, at hann skal hava nakran áhuga í okkum sum menniskju. Útviklingslæran er sikkurt eisini tann einasta religiónin, sum kann geva tí ónáttúrliga vón um at gerast náttúrligt á ónáttúrligan hátt. Men um so allur heimurin boyggir seg fyri samkyndum parlagi í dag, so fara eftirkom-ararnir um 100-200 ár at síggja í eyguni, at vit fóru so syndarliga skeiv. Vónandi vera Føroya eftirkomarar ikki partur av hesi vanlagnu.
Eg sat í einum flúgvara og læs greinina hjá Boga Davidsen við yvirskriftini »Ikki syndari hóast samkyndur«. So segði síðumaðurin: »Eg haldi ein átti at skriva eina grein undir heitinum »Ikki samkyndur hóast syndari«.« Bíblian og Jesus geva eisini vón fyri samkynd. Sanna vón, ja, vón fyri øll menniskju. Øll, sum fata at tey eru vilst. Og tað vóru vit øll. Tað er bert ein vegur innaftur á beint, og tað er Jesus. Hann hevur rindað fyri allar syndir og øll brek. Jesus kann fullkomiliga frelsa, endurreisa, grøða og uppafturrætta ein og hvønn, sum viðurkennir Hann sum einasta og fullkomna offur fyri okkara syndir, misgerðir, veikleikar og sjúkur. Og so mong, sum taka ímóti Honum, teimum gevur Hann mátt til at vera Guds børn.
Tí mugu vit ikki vera slíkir dárar, at vit sum land og fólk fara at góðkenna og viðurkenna og lóggeva ímóti náttúruni. Fyri tað um »eingin er heima« í hinum Norðurlondunum, skulu vit so bara siga »Ø« og vera líka tóm sum tey? NEI. Latið okkum nú vísa okkum sum eitt skilagott fólk. Tað skal vera mín áheitan til allar flokkar á tingi.
Tað er eingin framtíð í samkyndum. Men latið okkum hóast tað vera góð við tey og royna at hjálpa teimum á beint. Sum tað stendur skrivað: »So skulu vit tá ikki longur vera børn og lata okkum kasta og reka higar og hagar av hvørjum lærdómsvindi, tøld av snildum menniskjum við svikabrøgdum villunnar. Nei, sannleikanum trúgv í kærleika skulu vit á allan hátt vaksa upp til Hansara, sum er høvdið, Kristus.« Efesusbrævið 4:14-15.









