Samkynd mugu bíða eina løtu afturat

Tveir javnaðarmenn sleptu eini lítlari bumbu í Løgtinginum og tí er tingfundurin útsettur eina løtu

Nú verður tað um eina løtu, at vit fáa at vita um samkynd í Føroyum sleppa at giftast, ella ikki

 

Ella tað fáa vit kanska ikki, tí nú er tingfundurin niðurlagdur.

 

Kristin Michelsen og Heðin Mortensen úr Javnaðarflokkinum sleptu eini lítlari bumbu, tá ið teir vildi hava málið aftur í nevnd fyri at viðgera tað nærri.

 

Tað skal Løgtingið nú atkvøða um. Men tingfundurin er niðurlagdur í eitt korter ímeðan tingfólk umhugsa seg, nú málið tók eina óvæntaða vend við teimum báðum javnaðarmonnunum.