Danski ráðharrin í kirkju- og javnstøðumálum, Manu Sareen, fer nú at leggja fram lógaruppskot, sum skal geva samkyndum loyvi at verða løgfrøðiliga vígd í kirkjuni og at kalla seg hjún. Tað sama verður galdandi fyri tey, sum verða vígd í ráðhúsi.
-Hetta er søguligt og kanska tað størsta, síðani vit fingu kvinnuligar prestar í kirkjuni. Hetta er í hvussu er tað størsta í mínum politiska lívi, sigur Manu Sareen við danska kringvarpið.
Stjórnin og fólkakirkjan fara nú at orða tvey ymisk vígsluritual, eitt til mann og kvinnu og eitt til tvey av sama kyni.
Manu Sareen sigur, at prestar, sum ikki vilja víga tvey av sama kyni, fáa rætt til at siga nei.











