Nú kunnu samkynd pør í Týsklandi eisini ganga saman í hjúnalagi, og ikki bert skrásett parlag. Í morgun var uppskotið samtykt, tá 394 tingfólk í samveldistinginum atkvøddu fyri uppskotinum, og 226 atkvøddu í móti. Undirtøkan varð størri enn væntað, skriva útlendskir miðlar.
Tinglimirnir vóru ikki bundnir at støðuni, sum flokkurin hevur um samkynt hjúnalag, men atkvøddu eftir egnari sannføring.
Samveldiskanslarin Angela Merkel atkvøddi í móti uppskotinum, tí hon heldur, at hjúnalag bert eigur at vera millum mann og kvinnu.
- Eg vóni at atkvødan í dag ikki bert virkar fyri virðing fyri ymiskum meiningum, men eisini hevur sosiala savningarmegi og frið við sær, segði hon.