Samkynd hjúnalag gera ikki samfelagið betri

Hygg bara at støðini í Brússell, París og í Svøríki, sigur Jenis av Rana

Tey samfeløg, sum loyva samkyndum hjúnalagi, er ikki betri enn onnur samfelag. Tað staðfesti Jenis av Rana, formaður, og tingmaður, fyri Miðflokkin.

 

Nú Løgtingið viðger eitt uppskot um at loyva samkyndum hjúnlagi, hava summi tingfólk víst á, at hetta er ein rættur okkara grannalond hava samtykt, eisini skal vera galdandi fyri samkynd.

 

Men Jenis av Rana vísir á, at hetta hevur ikki gjørt hesi samfeløg betri. Hann vísti til støðuna í Brússel, og aðrastaðni í Evropa, har fólk ikki tora út fyri dyr, og hann vísti til støðuna í Svøríki, har tey ”kappast um at seta eld á flóttafólkalegur”, sum hann málbar seg. Og so helt hann eisini, at tað er óneyðugt at nevna støðuna í París.

 

Bjørt Samuelsen vísir á, at tað er ikki samkynd hjúnalag, sum er orsøkin til ruðuleikan úti í heimi.

 

Tvørturímóti er hon sannførd um, at borgararnir í hesum londunum standa nógv sterkari, og hon minti á, at tað er ikki so langt síðani, at hjúnabandslógin eisini varð brúkt at kúga kvinnur við.

 

Hinvegin staðfesti hon, at tað er nakað heilt annað, sum er orsøkin til ruðuleikan kring um í heimi.

 

- Tað er nettupp átrúnaðarlig fanatisma, og tað er tráanin eftir at lata átrúnaðarliga fanatismu stýra lógarsmíðinum, sum er størsta orsøkin til ruðuleikan, og sum er størsta hóttanum ímóti okkara samfelagi, sigur Bjørt Samuelsen.