- Har gongur markið!
Jenis av Rana, formaðurin í Miðflokkinum, ger púra greitt, at uppskotið, sum verður lagt fyri Løgtingið á ólavsøku um at loyva samkyndum hjúnaløgum, skal undir ongum umstøðum samtykkjast.
Og hann ivast heldur ikki eitt sekund í at rýma úr samgonguni upp á hetta málið.
Tað eru tey trý tingfólkini úr andstøðuni, Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum og Poul Michelsen úr Framsókn, sum hava boðað frá, at eftir ólavsøku fara tey at leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta hjúnabandslógina.
Tað ber í sær, at tey vilja hava lógina broytta, soleiðis, at eisini samkynd kunnu giftast –ikki í kirkju, men borgarliga.
Tey halda, at kirkjan má sjálv hava rætt at avgerða hvørja støðu hon hevur.
Kortanei
Tað er ivingarsamt, hvørja lagnu eitt slíkt uppskot fær.
Ógvuliga umstrídda málið um at broyta grein 266b í revsilógini til eisini at umfata mismun vegna kynsligan samleika varð samtykt.
Jenis av Rana heldur, at fer eitt virksemi ígongd at ávirka teir tinglimirnir, sum ivast, kann tað henda, at uppskotið verður samtykt,
Men hann ger púra greitt, at atkvøður nakar í samgonguni fyri einum uppskoti um at broyta hjúnabandslógina, fer Miðflokkurin úr samgonguni.
Annars plaga tað vera soleiðis, tá ið tað, tey kalla etisk mál, eru til viðgerðar í samgonguni, plaga tað at standa hvørjum tinglimi frítt at atkvøða eftir síni egnu sannføring.
Men tað verður ikki hesuferð, sambært Jenis av Rana.
Merkir tað, at tað skal ongin í samgonguni atkvøða fyri einum slíkum uppskoti, so fara tit úr samgonguni?
- Ikki ein svarar Jenis av Rana uttan at blunka.
Oyðileggja grundstøðið
Formaðurin í Miðflokkinum sigur, at ein av orsøkunum til, at Miðflokkurin hóast alt er í samgongu, er nettupp at forða fyri, at uppskot sum hesi, ikki verða samtykt.
- Ein orsøk til, at vit eru í samgongu, er nettupp fyri at tryggja at ”grundstøðið undir okkara samfelagi ikki verður oyðilagt”, sum hann málber seg.
Hann vísir á, at CHE samgongan, sum var á sinni, hevði eitt tiltikið parkeringspláss, har øll etisk mál vórðu parkerað.
- Tað er ikki broytt og vit fara ikki í samgongu at góðtaka, at slík mál verða samtykt, sigur Jenis av Rana.
- Hendir tað, at nakar í samgonguni atkvøður fyri, er ”game over”, leggur hann afturat.
Og tað kann væl henda, at hetta fer at slíta samgonguna, tí sum tað sæst í øðrum greinum, eru tað tinglimir í samgonguni, sum vænta, at tey fara at atkvøða fyri, og onnur ivast.
Og sum tað eisini sæst í aðrari grein, vil Løgmaður ikki binda tinglimir niður og áleggja teimum, hvussu tey skulu atkvøða, heldur ikki í hesum málinum.
Eg bindi ikki tinglimir niður
- Eg fari ikki at binda tinglimir niður og áleggja teimum, hvussu tey skulu atkvøða í einum ávísum máli.
Tað staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Hann sipar til uppskotið, sum verður lagt fyri Løgtingið í heyst um at loyva samkyndum hjúnaløgum.
Sum tað sæst í aðrari grein, vil Miðflokkurin ikki góðtaka, at nakar í samgonguni yvirhøvur, atkvøður fyri uppskotinum.
Men tað fær løgmaður ikki gjørt so nógv við, sigur hann.
Hann sigur, at spurningurin er ikki við í samgonguskjalinum, men at talan er um eitt andstøðuppskot.
- Í samgonguskjalinum eru ongar ásetingar um at broyta hjúnabandslógina, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Hann sigur, at tá ið mál taka seg upp, sum ikki eru nevnd í samgonguskjalinum, er avtalan, at samgongan vigerð málið innanhýsis.
Tað fer samgongan eisini at gera í hesum føri.
Men hann staðfestir, at hann kann ikki leggja bond á tinglimir, heldur ikki í etiskum málum, tí tað kann eg ikki.
- Miðflokkurin hevur sína hugsan og flokkurin skal ikki leggja seg út í, at onnur hava sína hugsan, men higartil hava vit samansjóða sjónarmiðini, sigur løgmaður.










