Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, sum eisini er landsstýriskvinna í familjumálum, hevur nú gjørt av at broyta vígslusskjølini, sum skulu fyllast út, tá ið pør ganga saman í hjúnalag.
Tað boðar hon frá í einum tíðindaskrivi beint nú.
Tá ið hjúnabandslógin varð broytt soleiðis at samkynd eisini kundu giftast, vórðu vígslubrøvini broytt.
Áður hevði tað staðið »maður« og »kvinna« á vígsluskjølunum, men tað varð so broytt til at tað stóð »maki 1« og »maki 2«.
Men nú verða vígsluskjølini so aftur broytt til at tað fer at standa »maður« og »kvinna« á teimum.
Men ístaðin skulu samkynd hava síni serligu vígsluskjøl. Eru tað tveir menn, sum giftast, f er tað at standa »maður« og »maður« á vígslubrævinum, og eru tað tvær kvinnur, sum giftast,fer tað at standa »kvinna« og »kvinna«
Tað er Familjufyrisitingin, um fer at umsita skjølini, og vígslumyndugleikar kring landið skulu tí venda sær til familjufyrisitingina, tá brúk er fyri fleiri eintøkum av vígsluskjølum.
Vígsluskjølini umfata m.a. Hjúnalagsváttan, Eftirkanningarbók, Vígslubræv og Altjóða Hjúnabandsváttan.