Samkynd hava færri stuðlar í Løgtinginum í dag

Tá Løgtingið tann 29. apríl í 2016 samtykti broytingarnar í hjúnabandslógini, sum loyvdi fólki av sama kyni at giftast, var meirilutin ikki so smalur, sum onkur tingfólk vildu vera við í kjakinum í Løgtinginum í dag.

Umfram tey 17 fólkini í samgonguni atkvøddu eisini tveir tingmenn úr Sambandsflokkinum fyri lógaruppskotinum, Magni Laksafoss og Edmund Joensen. Tað vil siga, at 19 tingfólk atkvøddu fyri og 14 ímóti. Tað merkir í prosentum, at 57,6 prosent fyri og 42,4 prosent ímóti.

Alt bendir á – í skrivandi stund – at bæði uppskotini um at javnseta samkynd foreldur í barsilsskipanini fella. Skuldi tað hent, at málið hjá samgonguni varð samtykt, so hevði tað verið við smalast møguliga meirilutanum, 17-15, sum í prosentum er 53,1 prosent fyri og 46,9 prosent ímóti.

Alt bendir tó á, at bæði málini fella, tí sum støðan er í løtuni, so sær út til at støðan verður 16-16 bæði til broytingaruppskotið hjá Christiani Andreasen vegna samgonguna og tað frá teimum átta andstøðuuppskotinum.

Lesið eisini: Samkynd hótta aftur samgonguna

 

Tá uppskotið til rikislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini var til atkvøðugreiðslu 29. apríl í 2016 var úrslitið soleiðis:

JA: 19

 

1. Páll á Reynatúgvu

 

2. Hanna Jensen

 

3. Ruth Vang

 

4. Djóni Nolsøe Joensen

 

5. Kristianna Winther Poulsen

 

6. Helena Dam á Neystabø

 

7. Bjarni Hammer

 

8. Kristin Michelsen

 

9. Hilbert Elisson

 

10. Jónleif Johannesen

 

11. Sonja Jógvansdóttir

 

12. Pauli Trond Petersen

 

13. Óluva Klettskarð

 

14. Bjørt Samuelsen

 

15. Katrin Kallsberg

 

16. Ingolf Sólheim Olsen

 

17. Annita á Fríðriksmørk

 

18. Magni Laksáfoss

 

19. Edmund Joensen

 

NEI: 14

 

1. Kári Páll Højgaard

 

2. Bárður Kass Nielsen

 

3. Jógvan á Lakjuni

 

4. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

 

5. Annika Olsen

 

6. Jákup Mikkelsen

 

7. Jacob Vestergaard

 

8. Jørgen Niclasen

 

9. Jenis av Rana

 

10. Bill Justinussen

 

11. Bjørn Kalsø

 

12. Magnus Rasmussen

 

13. Kaj Leo Holm Johannesen

 

14. Bárður á Steig Nielsen

 

BLANK: 0