Samkynd geva Bush og Cheney trupulleikar

George W. Bush, forseti, vil ikki hoyra talan um samkynd hjúnarløg. Dick Cheney, varaforseti, roynir at verja sína samkyndu dóttur

Kjakið um amkynd hjúnarløg hevur fingið rættiliga stóra rúmd í orðaskiftinum upp undir amerikanska forsetavalið í heyst, men samstundis er tað vorðið alt meiri sjónligt, at republikanararnir hava ein trupulleika í hesum málinum.

George W. Bush, forseti, er eirindaleysur, tá tað snýr sum um at viðurkenna samkynd hjúnarløg. Tað vil hann ikki hoyra talan um, og varaforseti hansara, Dick Cheney, hevur tikið undir við honum. Hinvegin hevur amerikanski almenningurin leingið verið vitandi um, at tann 34 ára gamla Mary Cheney, sum er dóttur varaforsetan, og sum arbeiðir hjá republikanska flokkinum, er samkynd.

Á einum veljarafundi í statinum Iowa nú um dagarnar bleiv Dick Chenet spurdur beinleiðis, hvørji rættindi tey samkyndu eiga at hava eftir hansara tykki. Hann svaraði, at øll skulu hava sama frælsi og somu rættindi til at skipa seg, sum tey vilja.

New York Times skrivar, at ósemjan um rættindini hjá samkyndum hevur elvt til split í republikanska flokkinum, og at spurningurin uttan iva verður eitt av stríðsevnunum, tá republikanararnir fara at hava landsfund í New York í næstu viku.

Samstundis hevur ein felagsskapur við 12.000 samkyndum republikanarum boðað frá, at hann vil hava forsetan at broyta áskoðan. Felagsskapurin vil vera við, at ein umleið millión samkyndir amerikanarar atkvøddu fyri Bush fyri fýra árum síðani.