Fleiri og fleiri ung fólk í Danmark boða nú frá teirra kynsliga samleika, eftir at Sarah vann X-Factor. Telefonirnar hjá samkyndafelagsskapum í Danmark ganga heitar, eftir at Sarah vann X-Factor fríggjakvøldið.
Tað verður boðað frá, at ung fólk nú tora at fylgja sínari seksuellari sannføring, eftir at Sarah, sum er samkynd, er vorðin so væl umtókt í Danmark.
Kristine Andersen, sum er forkvinna í felagnum fyri samkynd og tvíkynd sigur við danskar miðlar, at ungir samkyndir danir nú hava fingið eina unga gentu sum fyrimynd, og tí tora tey at standa við sín samleika.