Samkynd foreldur fáa ikki sama rætt sum onnur

Landsstýrismaðurin tekur ikki undir við, at foreldur fáa børn við ókendum donorum

Tað verður ikki við hesari samgonguni við valdið, at samkynd foreldur fara at fáa sama rætt sum onnur foreldur. Tað staðfestur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður á økinum.

Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn, hevur spurt hann um hann ikki ætlar at broyta lógina so at samkynd foreldur fáa sama rætt sum onnur foreldur til at fáa gjald út barsilsskipanini.

– Í dag eru samkynd foreldur fyri mismuni í sambandi við barsilsskipanina, sigur Bjarni Kárason Petersen. Sum lógin er nú, er tað nevniliga bara annað av foreldrunum, sum hevur foreldramyndugleika, og tískil hevur tað sama rætt í barsilslógini sum stakir uppihaldarar hava. Hitt foreldrið hevur eingi rættindi, hóast tey bæði rinda í barsilsskipanina sum skattagjaldarar, eins og øll onnur.

Les meiri um tað her: Samkynd foreldur eiga at fáa gjald úr barsilsskipanini:

https://www.in.fo/news-detail/news/samkynd-foreldur-eiga-at-faa-gjald-ur-barsilsskipanini/?no_cache=1Samkynd foreldur eiga at fáa gjald úr barsilsskipanini

Helgi Abrahamsen skal svara spurninginum alment, men á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum leygardagin, spurdu vi hann, hvørja støðu hann hevur til málið.

Helgi Abrahamsen sigur, at tað verður ikki við hesi samgonguni við róðrið at hesi viðurskifti verða broytt. Hann sigur, at hann skilur spurningin fullvæl, tí barnið hevur onga ávirkan á, hvussu tað kemur til verðina.

Men tað eru nakrar orsøkir til, at støðan ikki fer at vera broytt undir hesi samgonguni.

– Eitt er, at politiskt er als ikki undirtøka fyri at gera nakað við hesi viðurskiftini, sigur Helgi Abrahamsen.

Hann sipar til, at Miðflokkurin er við í samgonguni og tað er eingin ivi um, at hann hevði beinleiðis sýtt fyri, at samgongan hevði broytt barsilsskipanina til frama fyri samkynd foreldur.

Men eisini í hinum báðum samgonguflokkunum hava sterkar røddir tala ímóti samkyndum hjúnalagi og ymsum rættindum til samkynd í hesum sambandi. Málið er ikki nevnt í samgonguskjalinum og tískil kunnu politikarar við góðum rætti sýta fyri, at nakað verður sett í verk á hesum øki.

Men Helgi Abrahamsen sigur, at tað eru eisini onnur viðurskifti, sum gera seg galdandi og tað er, at tað er eisini ímóti hansara egnu sannføring, at nakað verður gjørt á hesum sambandi.

– Eyðvitað hava samkynd foreldur tørv á einum donori fyri at fáa eitt barn, og sum heild taki eg ikki undir við, at foreldur fáa sær donor-børn, sigur hann.

Hann sigur, at tað eru rættiliga nógv ættleidd børn, og donorbørn, sum ikki fáa frið í sálina fyrr enn tey hava funnið síni lívfrøðiligu foreldur og tey ferðast verðina runt fyri at finna tey..

– Tí er tað mín sannføring, at har tað yvirhøvur ber til, skulu børn hava rætt til at vita, hvørji foreldur tey hava, og tað er eisini av somu orsøk, at eg ikki taki undir við, at fólk hava rætt til at fáa børn við ókendum sáðdonorum, hvørki samkynd, ella onnur foreldur.   

Hann heldur, at tað er ein avgerandi munur á donorbørnum og ættleiddum børnum. Og tann munurin er, at í sambandi við ættleiðing, er talan um børn, sum longu eru fødd, og sum fáa fosturforeldur, og eitt lív, sum í allarflestu førum er nógv betri enn tann tilveran, tey vóru fødd til.

Og hann sigur eisini, at tað eru óteljandi dømi um sera væleydnaðar ættleiðingar, har børnini hvíla í sær sjálvum og familjuni, tey eru í.

Men tað eru eisini dømi um ættleidd børn, sum ikki fáa frið á sær fyrr enn tey kenna sítt veruliga upphav.

Og hann leggur dent á, at talan verður ikki um at avmarkað rættin til ættleiðing, men tað er hansara sannføring, at rætturin at fáa børn skal ikki víðkast til eisini at umfata børn við ókendum sáðdonorum.

– Í hesum føri er tað mín sannføring, at rætturin hjá barninum til at vita, hvør foreldrini eru, skal takast fram um ynskið hjá foreldrunum at fáa eitt barn, sigur Helgi Abrahamsen.