Tað er nú greitt, at samkynd foreldur fáa ikki somu sømdir í barsilsskipanini, sum onnur foreldur hava.
Løgtingið hevur verið saman síðani klokkan 11 í morgun at viðgera eitt uppskot frá andstøðuni um at samkynd foreldur skuldu fáa somu sømdir sum onnur foreldur fáa.
Samgongan er komin í rasshaft av hesum, tí Johan Dahl hevur boðað frá, at hann fer at taka undir við uppskotinum, uttan so, at samgongan ikki loysir málið.
Tí hevur Christian Andreasen úr Fólkaflokkinum snikkað eitt alternativt uppskot til, har orðið samkynd ikki er nevnt, men har endamálið er at ein stakur forsyrgjari kann geva onkrum øðrum rættindi til barsilsgjald og farloyvi hjá hinum foreldrinum.
Men nú tá ið Løgtingið atkvøddi um málið, er niðurstøðan, at einki verður broytt. Tað vóru 32 tinglimir til staðar í Løgtinginum, tí tann seinasti tingmaðurin, Kristin Michelsen, var ikki til staðar, tá ið atkvøtt var, hóast hann annars var møttur á tingi í morgun.
Samstundis atkvøddi Johan Dahl saman við andstøðuni, so úrslitið var, at bæði uppskotið frá andstøðuni, og uppskoti frá Christiani Andreasen, fingu 16 atkvøður fyri og 16 ímóti. Og tá ið tað stendur á jøvnum, eru uppskotini fallin.
Sostatt eru samkynd í somu støðu sum tey vóru frammanundan. Undir orðaskiftinum í dag søgdu nøkur av tingfólkunum, at tey eru greið yvir, at hetta er eitt mál, sum fer at verða afturvendandi í Løgtinginum – líka til tað er samtykt.











